- Stóri munurin á dystinum í gjár og í dag var, at vit hesa ferð vóru klárar frá fyrsta bríksli. Sjálvandi fingu vit eisini broytt nakað um spælið, tí vit sóu, at tað riggaði væl at verja offensivt móti teimum.
Soleiðis segði Joan Midjord Djordjevic, tá vit eftir dystin sunnudagin spurdu hana, hvør stóri munurin á teimum báðum dystunum var.
Tit fara eitt sindur niður í tempo í løtum. Var tað ov tungt at verja somikið offensivt?
- Tað var tungt í øllum førum. Tað krevur jú nógv meira renning, og so verður tað strævið.
Og hóast føroyska liðið móti dystarenda misti takið, tá dysturin skuldi avgerast, so vóru bæði Joan og liðfelagarnir munandi betri nøgdar um dystin sunnudagin.
- Tað er einki at ivast í. Sjálvandi er tað keðiligt, at vit kiksa har í endanum. Men sum heild gjørdu vit færri mistøk, enn vit gjørdu í gjár, og vit spæla ein nógv betri dyst. So vit eru rættiliga væl nøgdar um avrikið hesaferð, helt hon.