Birgir Poulsen, sum at kalla einsamallur skipar fyri Vørumessuni 2001, heldur tað so avgjørt vera tørv á einari tílíkari messu. Endamálið er ikki, at seljarar skulu steðga við at ferðast kring landið. Heldur eigur Vørumessan at vera mett sum eitt ískoyti
Fartelefonin ringir alla tíðina. Tað virkar sum um, at hesin maðurin er nógv eftirspurdur. Maðurin er Birgir Poulsen. Hann arbeiðir og hevur eisini arbeitt í nógv ár sum sølumaður. Tað var eisini hann, sum fann uppá at skipa fyri einari Vørumessu, og tann í ár er hin fjórða í røðini.
- Nógv føroysk handilsfólk eru von við at fara uttanlands á líknandi messur, so eg helt tað vera líkatil eisini at hava eina í Føroyum, sigur Birgir Poulsen.
Henda messan er ikki ein sølustevna, soleiðis at skilja, at hetta eru liðini áðrenn forbrúkarin, ið hittast á Vørumessuni.
- Timingin av Vørumessuni er góð, tá vit hugsað um, at møguleiki er at fáa skil á stórum parti av jólasøluni eins og tað, at Vørumessan liggur væl fyri í mun til aðrar messur í útlondinum, sigur Birgir Poulsen.
Sambært Birgiri, so fer heilt nógvur handil fram á messuni.
Høvi at hittast
Tá vit spyrja Birgir, hvat tað er, sum tey vitjandi fáa burturúr at koma á eina tílíka messu sum hesa, so er hann skjótur at svara: Fólk fáa høvi at heilsa uppá hvønn annan. Serliga tá hugsað verður um, at hetta eru fólk, sum kanska samskifta dag og dagliga.
- Hetta gevur møguleika fyri at skapa nøkur betri sambond millum keyparar og seljarar, sigur Birgir.
Sum áður nevnt, fer tað, sambært Birgiri, heilt fitt av handilsvirksemi fram á Vørumessuni.
Hetta heldur Birgir eisini vera eina av orsøkunum til, at Vørumessan er vorðin so mikið væl umtókt.
Birgir vísir á, at so at siga frá byrjanini hevur verið trupult við at hýsa øllum, tí áhugin er so mikið stórur. Hesi seinastu árini hevur Vørumessan verið hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi, men enn stendur á at fáa øllum pláss, sum kundu hugsað sær at verið við.
Í ár liggur luttakaratalið um 35 fyritøkur. Talan er um alskyns sløg av fyritøkum, sum fara at halda til í hvør sínum bási á Hálsi hetta komandi vikuskiftið.
Familjan við
At skipa fyri einari tílíkari Vørumessu krevur ikki lítið av arbeiði. Nú tá henda Vørumessan er liðug, fara fyrireikingarnar í gongd til tað næstu. Hóast Birgir tekur sær av stórum parti av fyrireikingunum sjálvur, so fær hann tó góða hjálp.
Tann góða hjálpin kemur serliga frá familjuni. Bæði konan og børnini hjá Birgiri eru ófør at hjálpa til, sigur Birgir. Eisini svigarsynirnir - uttan at vera noyddir til tað - taka lut í arbeiðinum.
Aloftast er tað soleiðis, at døtrarnar taka sær av at pynta høllini. Umboðini frá hinum kyninum taka sær av ymiskum øðrum viðurskiftum.
Birgir sigur, at høllin ikki verður at kenna aftur, tí hon verður pyntað so mikið væl. Talan verður m.a. blómuprýði, sum kemur at seta sín dám á.