Váryvirlitstrolingin hjá Magnusi Heinason byrjað

Magnus Heinason er nú úti og tekur tær 100 trolstøðirnar, sum hvørt vár verða tiknar á Landgrunninum. Trolstøðirnar eru tær somu ár um ár, og hvørt tóv varir júst ein tíma.

Tað skrivan Havstovan í morgun.

Øll veiðan verður skild, vigað og viðgjørd eftir føstum mannagongdum. Í filmsbrotinum niðanfyri síggja vit trolið koma á dekkið frá einum tóvi eystan fyri Nólsoynna seinasta fríggjadag. Fiskurin fer fyrst niður í posapavnin. Síðani verður hann blóðgaður og skildur. Hvørt fiskaslagið sær fer so fram í eina stóra vekt, og síðani verða ymiskar kanningar gjørdar við hvønn einstakan fisk, so sum longd, vekt, kyn og búningarstig. Av einum ávísum tali verða eisini nytrur tiknar til aldursgreiningar og magar tiknir til tess at kanna føðina.

TRÝST HER fyri at síggja filmsbrotið.