Jákup Bogi Joensen
Tað er ikki altíð so lætt at vera ungur. Serliga ikki í tí tíðini vit liva í í dag. Men rákið millum ung er soleiðis í dag, at skalt tú vera partur av tí felagsskapi sum kallast ungdómur, krevst, at tú í so stóran mun sum gjørligt gerst tað sum hoyrir ungdóminum til. Og tað er júst her, at nógvir av trupulleikunum við at vera ungur í dag stinga seg upp. Vit lata okkum, kanska ótilvitað, í ov stóran mun stýra av øðrum. Tað hevur jú stóran týdning, hvat onnur halda og meina um okkum. Men eitt og hvørt val hevur nakrar fylgjur. Og í hesum føri kunnu fylgjurnar vera, at vit ótilvitaði gera tað, sum fleirtalið ger. Sjálvt um hetta kanska ikki hevur so stóran týdning fyri okkum sjálvi. Kanska eru tað onnur virði, sum hava størri týdning fyri okkum, enn júst tey øll onnur halda hava týdning. Men tað krevur nakað av einum sjálvum at standa uttan fyri slíkan felagsskap. Sjálvsálit, vilji og áræði eru nøkur av lyklaorðunum í hesum sambandi.
Tað ræður um at finna seg sjálvan, og spurningurin kann ofta standa ósvaraður. Hvør eri eg?
Fyri góðari viku síðani fekk Yngd eitt prát við Hera Kragesteen, sálarfrøðing, sum hevur gjørt sær nakrar tankar hesum viðvíkjandi.
Vit eru øll góð nokk
Vit kenna øll til tað. At kenna seg einsamallan og virðisleysan. Men okkum nýtist ikki at stúra. Tí sjálvt um alt kann kennast heldur vónleyst til tíðir, so staðfestir Heri Kragesteen, at øll eru vit góð til okkurt og duga tað væl.
Tað ræður um at hava sjálvsálit og trúgva uppá seg sjálvan.
Men hvussu kunnu vit byggja okkum eitt gott sjálvsálit og eina sunna sjálvsvirðing upp?
- Her hava foreldur eina stóra uppgávu. Tað hevur ótrúliga stóran týdning, at tú frá heilt ungum kennir og fær at vita, at tú ert góð/ur nokk. Tá eitt barn kennir seg elskað og fær umsorgan, so fær tað eina sunna sjálvsvirðing. Foreldur og børn ella ung, kunnu saktans hava ymiskar meiningar um tingini, men tað vil ikki siga tað sama sum, at man ikki er góður við hvønn annan.
Tað hevur tí stóran týdning, at vit frá heilt ungum fáa at vita, at vit hava virðið, bara tí at vit eru til.
Vit eiga at vera elskaði fyri tann vit eru, og ikki fyri tað vit gera.
Sjálvsálit er gott at hava. Tað kunnu vit øll vera samd um. Men tað er ikki altíð so lætt at byggja upp eitt gott sjálvsálit.
Men Heri Kragesten heldur, at tað er at leypa út í tað.
- Tað krevur nógv av einum sjálvum, men eg haldi, at tað er sera umráðandi at koma fram við sínum tonkum og meiningum.
Tað er eisini av stórum týdningi at læra seg, at tað onnur halda og meina um ein, er nakað tey halda. Lær teg at skyna ímillum hvat er títt og hvat er teirra.
- Tað ger onki um tú ?kiksar? viðhvørt, tí tað ber nevnliga væl til at læra nakað nýtt og spennandi um seg sjálvan, tá ein møtir mótgangi. Kanska er tað sunt at ?kiksa? í eitt longri tíðarskeið.
Heri Kragesteen vísir á, at tað er gott at vera fyrireikaður uppá, at ein avvísing ikki nýtist at merkja, at tú verður avvístur eina aðru ferð.
Hann tekur í hesum sambandi eitt dømi sum forelskilsi.
- Tað nýtist ikki, um nú viðkomandi tú ert forelskaður í velur onkran annan, at vera nakað galið við tær. Als ikki.
Við hesum vísir Heri á, at tað er av stórum týdningi, at man ikki tekur ein ósigur so nær og sigur, at so dugi eg ikki til nakað sum helst. Tvørturímóti.
Tað er bara at herja á, heldur Heri.
Viljin og áræði nógv at siga
Tað er onki at taka seg aftur í, at tað krevur bæði vilja og áræði til at klára slíkar uppgávur. Men tað letur seg væl ger. Arbeiðir man miðvíst við sær sjálvum og gerst meira tilvitaður, so sæst tað aftur.
Men hvat hava vilji og áræði at siga fyri okkum?
- Viljin og áræði hava ófatiliga nógv at siga. Tað eru hesi bæði, sum í nógvum førum bera okkum fram móti teimum málum vit hava sett okkum fyri.
Ein av okkara kendastu listarmonnum, Kári P, segði tað so rámandi í eini av yrkingum sínum. Meirlutin ræður, syngur Kári. Júst her steðgar Heri á.
- Tað kann gott vera at meirlutin ræður, men tað vil ikki siga, at tað er neyðugt at finna seg í tí. Og tað krevur í hvussu so er vilja og áræði at ganga ímóti meirilutanum og á sínar egnu leiðir.
Tað kann vera sera strævið at standa uttan fyri, men gev ikki upp. Ger tað tú meinar er rætt fyri teg.
Heri vísir tó á, at tað er ikki altíð so lætt, tí man sum oftast er ógvuliga sárbarir í ungdómsárunum. Men tað er ikki at missa móti, men hinvegin at dríva á.
Minni tilvitaði enn onnur
Yngd dittaði sær at spyrja Hera Kragesteen, um hann heldur at føroyskur ungdómur kanska er minnið tilvitaður enn ungdómur í okkara grannalondum. Og her er Heri sera varin við at koma við einum svari.
Men hann metir kortini soleiðis um støðuna.
- Vit eru ikki komin líka langt inn í nýggju øldina sum tey í grannalondum okkara. Vit eru meira traditiónsbundin bæði í samband við uppaling og í aðrar mátar, og hetta ger, at vit kanska taka tað meira róligt við øllum tí nýggja sum er uppi í tíðini í dag.
Kanska er tað júst hetta, sum ger, at vit hava trupulleikar við at seta okkum langtíðarmál og tí virkað minni tilvitaði enn onnur rundan um okkum.
Og júst tað at seta sær mál er eitt av teimum evnum, sum Heri sær sum eitt spennandi evni.
Men hevur tað týdning, at vit seta okkum mál at arbeiða fram ímóti?
- Ja, tað hevur stóran týdning. Setur man sær ikki mál, so er vandin stórur fyri, at tú livir lívið rættiliga nógv minni tilvitað enn onnur.
Men tað hevur nógv at siga, at tú setir tær realistisk mál. Og tað kann vera trupult, tí her ræður nevnliga um ikki at seta sær ov stór mál fyri, men heldur ikki ov smá.
Ver teg sjálvan
Tað er ongin loyna, at nógv ungfólk hava stórar trupulleikar við at fara út í nakað sum er ókent og fremmant. Tað kann vera í samband við skúlagongd, arbeiði, ella kanska forelskilsi.
Hvussu kunnu vit læra okkum at fara út í tað ókenda?
- Hattar var ein torførur spurningur, men eg haldi at vit í slíkum førum verða noydd at váða. Tú mást tora at vera teg sjálvan og vísa hvør tú ert.
Tað er ræðandi, men tað kann saktans vendast til tað positiva og gerast til nakað spennandi og mennandi.
Ver ikki bangin fyri at dumma teg. Tann sum ikki hevur dumma seg hevur gjørt ov lítið. Kanska tú júst tá finnur svarið uppá spurningin:
Hvør eri eg?