Hesir túrar ganga til ymisk støð í oynni, og eisini til Skúvoyar. Skipað hevur eisini verið fyri kvøldsetum í Dali.
Ein av teimum meiri forkunnugu og væl umtóktu túrunum hevur verið hann til Slavansdal, hagar farið verður úr Skopun. Her finst ein fjallasmátta,har tey vitjandi kunnu bíleggja sær mat eftir loknan gongutúr.
Nú summarið er farið at halla varð kortini skipað fyri einum túri mikukvøldið. Hesin túrurin gekk til Núpsdals í Skálavík.
Til henda túrin høvdu eini 20 fólk teknað seg. Veðrið var gott, men tað var heldur kølið. Aftaná var ein leskiligur biti at fáa í Kelduni í Skálavík.