? Vísið tol nakað enn - vóni vit fáa loyst markna- trætuna skjótt

-Oljufeløgini hava víst stórt tol higartil, og eg vóni, at tey vilja gera tað nakað enn, tí vit gera alt vit kunnu fyri at loysa marknatrætuna við bretar sigur løgmaður, sum vísir á, at kolvetnisskattalóg verður løgd fyri tingið í heyst, men helst má útbjóðingin bíða til tíðliga í næsta ár

-Tulkingar av innkomnum datamongdum frá seismiskum kanningum undir Føroyum benda á, at grundarlag er fyri at bjóða út øki til oljuleiting. Stóri áhugin hjá oljufeløgum fyri føroyska landgrunninum er gott tekin segði Anfinn Kallsberg, løgmaður m.a. í røðu síni á ólavsøku. Løgmaður vísti á, at nógvar forkanningar eru gjørdar síðan farið varð undir at gera seismiskar kanningar av føroysku undirgrundini í 1994.

Hann segði annars, at oljuleiting og oljuvinna eiga fyrst og fremst at menna føroysku vinnuna, so hon betur kann laga seg til broytingar og gerast kappingarfør í altjóða høpi. Fyrsta stigið er at vera við í oljuvinnu við Føroyar, og at tryggja føroyskum fyritøkum møguleikar at veita oljufeløgum vørur og tænastur, tá leitingarloyvi verða givin.


Útbjóðing

Um útbjóðing segði løgmaður, at hon verður framd sambært reglunum í løgtingslógini um kolvetnisvirksemi, sum løgtingið samtykti í vár. Kolvetnislógin, ið gevur føroyskum myndugleikum neyðugu amboðini at stýra eini komandi oljuvinnu, ásetir m.a., at útbjóðingarøki og -treytir verða ásett við løgtingslóg. Ætlanin er at leggja lógaruppskotið fyri løgtingið í hesi tingsetu, men avgerðin má verða tikin við atliti at okkara áhugamálum í samráðingunum við Bretland um landgrunnsmarkið.

Løgmaður vísti á, at landsstýrismaður er settur til málsøkið burturav, sum fer at skipa fyri fyrireikingunum til 1. útbjóðingarumfar. Kortini má ásannast, at tørvur er á serkønari hjálp uttaneftir.


Marknamálið

Løgmaður nam eisini við marknatrætuna við bretar. -Eitt sera týdningarmikið mál er tann framvegis óloysti spurningurin um landgrunnsmarkið millum Føroyar og Bretland. Málið hevur verið á skránni í 20 ár. Tær samráðingar, sum byrjaðu fyri sjey árum síðani, hava verið truplar og hava ikki higartil ført til nakað úrslit. Síðani 1993 hevur landsstýrið havt ábyrgdina av samráðingarleiðsluni. Ongin fundur hevur verið millum samráðingarnevndirnar síðani september 1997. Hinvegin hevur hvørgin parturin boðað mótpartinum frá, at samráðingarnar verða hildnar at verða endaðar úrslitaleysar. Sambandið millum partarnar er ikki avbrotið.

Løgmaður segði víðari, at seinastu tíðina hava avvarðandi bretsku myndugleikar við fleiri ymisk høvi sagt seg fúsar at gera sítt til tess at náa fram til eina samráðingarloysn. Landsstýrið er í holt við at kanna, hvat býr undir hesum bretska boðskapi.

Skilligt er, at áhugin hjá oljuvinnuni at sleppa í gongd við leiting báðumegin eitt komandi mark er stórur, og at báðir partar høvdu staðið seg við at fingið ásett markið áðrenn langt um líður.


Útbúgving

Løgmaður segði eisini, at tað næstu árini má setast orka av til at menna útbúgving við atliti at oljuvinnuni fyri at lúka neyðugu fakligu fortreytirnar. Saman við vinnuskúlunum verður stílað fyri útbúgving av lærarum á skúlunum, soleiðis at vinnuskúlarnir kunnu fara undir skeið viðvíkjandi oljuvinnu.


Tíðarkarmurin

Í løgmansrøðuni verður eisini settur upp tíðarkarmur fyri, nær tey ymsu lógaruppskotini verða løgd fram. Her stendur m.a. at kolvetnisskattaskipan verður løgd fyri tingið næsta ár. Anfinn Kallsberg sigur við Sosialin, at hetta er eitt mistak, helst tí, at málið fyrst hevur staðið sum vinnumál og nú stendur sum fíggjarmál.

-Eg havi sagt fíggjarmálastýrinum frá, at uppskotið til kolvetnisskattaskipan skal verða klárt til at leggja fram í ár.

Undir lógargreinunum stendur eisini uppskot til fyrsta útbjóðingarumfar. Tað er sett til at verða lagt fyri tingið næsta ár.

Anfinn Kallsberg sigur, at hetta eigur ikki at verða tikið so bókstaviligt, tí henda munandi framstig í samráðingunum við bretar og annars allur útviklingurin verður at ganga væl, so kann tíðarkarmurin framskundast. Hinvegin eru bert fimm mánaðir eftir av árinum. Hann heldur tað tó vera rætt ikki at fyrigykla oljufeløgunum, at útbjóðingin verður fyrr enn tað ber til.

-Vit hava annars roynt at verið realistiskir í okkara metingum og ikki roknað við, at vit hava fingið eina avtalu við bretar í hesum árinum. Eg dugi heldur ikki at síggja, at vit kunnu hava eitt útbjóðingarumfar, fyrr enn tað er komið uppá pláss.

-Merkir tað, at avtala skal gerast við Bretland, áðrenn bjóðað verður út?

-Tað merkir ikki heilt tað. Vit mugu hava eina avtalu við Bretland um, hvørji øki vit kunnu bjóða út, uttan at

fáa mótmæli. Tað er eingin meining at bjóða út, uttan at hetta er komið uppá pláss. At bjóða út og so fáa eitt mótmæli frá bretum og tað harvið einki virksemi verður, er ikki rætta mannagongdin.

Løgmaður sigur, at so leingi vit ikki hava eina ella aðra avtala, so tekur ein tey uttastu markini í samráðingarumfarinum sum sítt útgangsstøði.

Alt hetta ger, at løgmaður ikki væntar, at ein útbjóðing verður fyrr enn tíðliga næsta ár.

-Men er ikki vandi fyri, at oljufeløgini fara at leita til onnur øki, nú tey hava bíðað í fleiri ár eftir eini avgerð?

-Tann vandin er til steðar. Men eg kann siga oljufeløgunum, at vit arbeiða miðvíst við málinum, og eg vóni, at vit fáa eina skjóta loysn við bretar. Tað er eingin ivi um, at markið millum Føroyar og Bretland er eitt tað mest átrokandi málið at fáa loyst. Og tað verður eisini arbeitt intenst við at fáa tað loyst.

Løgmaður viðgongur, at oljufeløgini hava verið rættiliga tolin higartil, og hann vónar, at tey verða tað eitt sindur enn.

Hann vil annars ikki í løtuni siga nakað ítøkiligt um samráðingar við bretar fyri ikki at fáa tað út á skeivt spor. -Vit royna tað vit kunnu og at fáa hetta loyst so skjótt til ber.

Løgmaður vissar tó um, at tað er við at henda nakað, men tað má ikki forspillast við einum almennum tjaki nú.


Til Noregs

Løgmaður og oljumálaráðharrin eru bodnir at vitja í Noregi í august. Løgmaður skal fyrst til Oslo men verður stæddur á oljuráðstevnuni í Stavanger 25. og 26. august. Tá verður oljan á skránni. Eyðun Elttør oljumálaráðharri verður eisini stæddur í Stavanger, har hann m.a. skal hitta norska oljumálaráðharran.

Sosialurin hevur skilt, at bretski orkumálaráðharrin John Battle verður eisini í Stavanger á oljuráðstevnuni. Løgmaður sigur seg einki vita um nakran fund teirra millum, men blaðið hevur tó skilt, at Eyðun Elttør skal hitta John Battle á málið.