Vísir ikki uppstiling aftur

Leivur Hansen, fyrrverandi borgarstjóri hevur fingið fleiri áheitanir um at stilla upp.

Fyrrverandi borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Leivur Hansen, vil ikki vísa aftur, at hann stillar upp til býráðsvalið í Havn.

 

- Eg havi fingið fleiri áheitanir um at stilla upp, og umhugsi støðuna. Eg eri framvegis limur í Suðurstreymoya Tjóðveldisfelag, so eg havi verið við til fyrsta uppstillingarfundin, men eg mangli enn at taka endaligu avgerðina, og skal gera upp við meg sjálvan hvat eg vil, sigur hann.

 

Leivur Hansen er royndur býráðspolitikkari, og sat í Tórshavnar Býráðið fyri Tjóðveldi í 20 ár, harav fýra ár sum borgarstjóri. Hann kom fyrstu ferð inn í 1988, men fall á valinum í 2008, tá ið Bogi Andreassen gjørdist nýggja stjørnuskotið fyri Tjóðveldi við 489 atkvøðum.