Heini á Borg
Jú, at stava dugi eg, Dagfinnur!
Keðiligt at noyðast at siga tað sjálvur, men eg góðtaki ikki slíkar ógrundaðar skuldsetingar.
(Eg skal ikki rætta nakað í tínum brævi.)
VÌÐSJÒN er eitt nýyrði, eitt frálíkt orð, sum onkur víðskygdur persónur hevur smíðað. Eg mæli øllum til at brúka hetta orðið.
Orðabókin hevur annars orðini, víðsýni og víðskygni. Tey hóska væl saman við nýggjyrðinum, víðsjón.
Sum lærari í enskum og donskum kenni eg sjálvandi væl orðið, vision, sum er hálvføroyskað til visjón. Latið okkum heldur heilføroyska orðið til víðsjón!
SMALSJÓN (heimagjørt orð): Jú, eg royni at verja borg, ta føroysku, sum vera man.
Í Føroyum (onkur er á flatlondum) er tó eitt lítið, løgið lið av smalsjónafólki, sum roynir at verja danaborg, og sum bert sær ljós í landsuðri. Fáa tey onkran loyniligan stuðul til sítt margháttliga málstrev?
BÓKSTAVARAÐIÐ: Øll mál hava sítt stavrað. Enskt hevur sítt, danskt hevur sítt, og føroyskt hevur sítt. Tað enska hevur t. d. ikki donsku bókstavirnar, æ og å. Tað føroyska hevur t.d. ikki q, w og å. Vit hava so t.d. ð og í, sum hini bæði ikki hava.
Í skúlanum havi eg lært tað danska og tað enska stavraðið, men ikki tað føroyska. Tað mátti eg læra meg sjálvur.
Sjálvandi skulu vit duga øll hesi trý stavrøðini, fyrst tað føroyska og síðani tað danska og tað enska!
Hevur onkur ætlanir um at blanda øll trý stavrøðini saman í ein vavgreyt?
E.S.: Takk fyri kvøðuna, gamli málvinur, og takk fyri talviðmerkingina, Jonhard!
Annars eru tjøldrini komin!
Við føroyamálskvøðu og víðsjónakvøðu