Leivur Persson
?????????????
Nýggjasta veljarakanningin, sum bleiv almannakunngjørd mánadagin í málgagni Javnaðarflokk-sins Sosialinum, gjørdist ein ræðusøga av teimum heilt stóru fyri tjóðveldis- og fullveldisfólk í øllum Føroyum. Sum kunnugt, var tað hjá Tjóðveldisflokkinum, at afturgongdin var hin mest merkisverda og leggjast má tíverri aftrat, at flokkurin hevur tað heldur keðiligu siðvenju at fáa færri atkvøður á valið, enn honum er spátt.
Eftir hesi kanning at døma, so eru tað fólk í stórum talið, ið rýma frá flokkinum. Summi av hesum eru enntá at síggja á listum hjá øðrum flokkum og í miðlunum, har tey eftir øllum at døma ikki hava annað, enn markleysa háðan og spottan at bera fyrrverandi partamonnum og kvinnum sínum. Millum annað verður flokkurin lagdur undir, at hava svikið sínar veljarar, síni vallyftir og síni aðalmál.
Eisini verður flokkurin, og serliga formaður floksins, Høgni Hoydal, lagdur undir at hava forkomið fullveldisgongdini og harvið fullveldinum, við at nýta eitt gamalt persónsmál hjá løgmanni sum umbering fyri at slíta samgonguna.
Nú eri eg somikið ungur, at eg hvørki kann loyva mær at rópa meg sjálvan klókan ella vísan Men tó má eg viðganga, at fatan mín av tí, sum er fari fram á politiska leikpallinum seinastu tíðina, brýtur somikið frá tí, sum summir av fremstu og royndastu politikarum okkara, (menn sum eru tvær ella trýggjar ferðir so gamlir sum eg) hava ført fram, at eg føli meg noyddan at siga mína hugsan um tað sum farið er fram
?Hetta mál byrjar ikki á einum frostvirki á Norðdepli fyri 20-25 árum síðani, men við einum almennum lesarabrævi frá Torbjørn Jacobsen á sumri 2002. Í hesum brævi teskar Torbjørn fram eina ákæru um óreglusemi í fortíð løgmans
?Ákæran er sum ein lítil neisti, ið festir í ein stóran eld. Boðað verður frá, at hvørki løgmaður ella flokkur hansara kunnu liva við, at sovorðnar álvarsligar ákærur kasta ein myrkan skugga yvir Løgmans-sessin og løgman sjálvan.
Annfinn krevur tí, sum samgonguleiðari og Føroya Løgmaður, at Tjóðveldisflokkurin blandar seg í persónsmálið hjá Torbirni, fyri at fáa hann at taka ákæru sína aftur. Tjóðveldisflokkurin og Torbjørn sýta fyri at ganga hesum á møti. Samgongan byrjar at rilla og tíðindi ganga um, at Fólkaflokkurin er farin at fríggja við Sambandsflokkinum. Tjóð-veldis-flokkurin og Torbjørn sjálvur, sum tá ikki hevur prógv fyri ákærunum, gera av, at samgongan ikki má fara fyri bakka vegna slatur. Ein ovurfegin løgmaður kann tí á sjálvari tjóðarhátíð okk-ara, av landsins hægsta røðarapalli beint áðrenn hann skal til at seta eitt av heimsins elstur tjóðartingum, boða frá, at hann hevur eitt skriv frá Tor-birni Jacobsen, sum hann ætlar at lesa upp. Í skriv-inum tekur TJ allar ákær-ur sínar aftur, løgmaður boðar frá at málið er enda og man hoyrir ikki meira til tað á hesum sinni.
?Men?Í jólablaðnum hjá bókasølunum fyri 2003 stendur at lesa um eina heldur forvitnisliga bók, sum nevnist ?Skjót journalistin?, ið lovar at koma við prógvum um óreglusemi løgmans.
Ikki er meir enn hálvskrivað orð, so hevur hendan bókin, enntá áðrenn hon er útkomin, fest í ein nýggjan eld. Fólkaflokkurin ákærir Tjóðveldisflokkin fyri at standa aftanfyri hesa bók, men enn veit ongin hvat tað er, sum stendur í henni.
Bókin kemur út og eldurin bara veksur, tað vísir seg at løgmaður hevur gjørt óregluligar flytingar fyri næstan eina millión. Men nú boðar løgmaður frá, at hetta onki hevur at siga, tí málið er somikið gamalt, sjálvt um hann sjálvur á sumri 2002 metti, at bert ákæran um óreglusemi var somikið álvarsom, at løgmaður ikki kundi liva í skugganum av henni. Fólkaflokkurin krevur nú eina reaktión frá Tjóðveldisflokkinum, men heldur nú fulveldisgongdini, sum gísla í hesum máli.
Tjóðveldisflokkurin velur at seta tríggjar treytir fyri at samstarvið kanna halda fram, men tó nýtist bara ein av teimum at verða eftirlíka. Treytirnar eru: 1 Løgmaður kann biða um umbering fyri at hava minsnýtt løgmanssessin til at køva ákærurnar í 2002, 2 Løgmaður skal á ein annan hátt reinsa seg fyri teimum ákærum, sum eru reistar mótvegis honum, 3 Samgongan skal endurskipast.
Fólkaflokkurin boðar frá, at hann ikki kann ganga treytunum á møti. Tjóðveldisflokkurin boðar frá, at hann ikki longur hevur álit á løgmanni.
?Landið situr sum á nálum um 10 tíðina 5 des. 2003, tá Løgmaður á tingi tekur orðið og boðar frá; at hevur avgjørt at koyra landstýrisfólk Tjóðveldisflokksins úr landsstýrinum, siga seg frá sum løgmann og skriva út nýval, meir enn tvey ár fyri tíðina.
Við hesum í huganum, hvør var tað so sum sleit samgonguna? Var tað Fólkaflokkurin, sum enn einaferð royndi at nýta Tjóðveldisflokkin til at køva alt tos um fortíð løgmans (sum nú enntá kundi skjalprógvast), og gjørdi hetta við at nýta aðalmál floksins sum gísla. Ella var tað Tjóðveldisflokkurin, sum ikki longur kundi góðtaka hesa mis-nýtslu og vanvirðing av landsins hægsta sessi.
Um man nú kundi husga sær, at Tjóðveldið valdi, ikki at gera nakað við málið, hvat hendi so? Jú so hevði anstøðan lagt fram missálit móti løgmanni og líkamikið um hetta uppskot hevði blivi samtykt ella ikki, so hevði tað verið Tjóðveldisflokkurin, sum stóð eftir við svartaperi.
Hevði hann góðtikið sum siðvenju, at løgmanssess-urin bleiv misnýttur fyri at káva út yvir ivasomu fortíðina hjá løgmanni, hevði hetta syndra flokkin í fleiri pettir.
Ongin ivi skal verða um, at tjóðveldisflokkurin hevur valt at ganga tann smala vegin í hesum máli, vegin sum fáir aðrir flokkar høvdu torað at gingið. Flokkurin hevur tikið tað støðu, at man ikki kann byggja eitt land ella fullveldi omaná eina grund av embætismisnýtslu og óreglusemi, heldur enn man kann byggja eini hús oman á kyksand. Men, at ein tjóð má og skal grundast á tað meginreglu, at øll eru líka fyri lógini og at landsins leiðsla má ganga fremst sum eitt fordømi og ein stoltleiki fyri fólki, heldur enn at verða ein skomm.
Men av eini ella aðrari orsøk eru fólk, ið rýma frá flokkinum. Hví, hvat vilja hesi fólk, hví venda tey flokkinum bakið tá ið honum tørvar tey allar mest, tá alt stendur til at fara fyri bakka. Er tað veruliga so, at hesi fólk bara vilja verða við í tí partinum, sum hevur ráð til tær dýrastu vallýsingarnar og tí parti, sum sær út til at fara at vinna.
Vónandi er tað ikki so, vónandi fara fólk at vakna og vónandi fara fólk at síggja, hvat tað er, sum stendur til at fall, við hetta lagnuval.
p.s. Havi lisið greinina hjá Jón Ellendersen um Páll á Reynatúgvu. Nógv orð sum byrja við f renna mær í hug, men fakta er ikki eitt av teimum.