Vísti á týdningin av sjóvinnuni

Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík setti sjómannadagin í morgun Borgarstjórin í Klaksvík vísti í setanarrøðu sínari á øll tey virði, sum sjómaðurin stendur fyri, og øll tey virðini sum uppstanda í føroyska samfelagnum, sum ein jalig avleiðing av tí føroysku sjóvinnuni.

Gunvá við Keldu legði herðslu á, at tað er týdningarmikið fyri føroyska samfelagið at hava ein dag, sum er halgaður sjómanninum, har fokus verður sett á sjómansins lív, virki og yrki.

Borgarstjórin bar eisini nøkur góð orð til fyrireikarnar, sum gera Føroya Sjómannadag møguligan. Dagurin hevur stóran týdning fyri Klaksvíkar kommunu, og er ein sannur hátíðardagur fyri alla familjuna, og ein stórur vinningur fyri samanhaldið í býnum.

Gunvá við Keldu heiðraði eisini teir tríggjar Leven Brown, skipara, Don Lennox og okkara egnu hetju, Livar Nysted, sum róðu við Artemis Investments frá New York í USA til Scilly-oyggjarnar í Onglandi.

Leven Brown og Don Lennox eru komnir við Artemis Investments til sjómannadagin í Klaksvík, og vóru teir eisini stórliga fagnaðir av tí stóru fjøldini á Stangabrúnni.

Borgarstjórin heiðraði eisini línubátunum, Jákupi B og Klakki nú hálv øld er liðin, síðani teie komu í flotan.