Jákup á Borg er við sínum 59 dystum og tveimum landsliðsmálum ein av teimum allarroyndastu á føroyska landsliðnum. Og eftir at hava sitið eitt sindur uttarlaga á liðnum í nógvar dystir, fór hann í gjárkvøldið á vøllin á Svangaskarði og var ein av teimum, ið gekk allarmest undan, tá hann kring allan vøllin og í øllum støðum vísti, at hann vildi taka ábyrgd.
– Hesum hava vit bíðað leingi eftir. Hetta er bara super! Tað nyttar ikki at brúka munn uttan fyri vøllin, men at vísa tað inni á vøllinum, tá tú fært kjansin, og tað haldi eg, at vit allir gjørdu í dag, segði Jákup á Borg, sum mundi spæla ein av sínum bestu landsdystum nakrantíð og átti uppleggið við hornasparkinum til sigursmálið.
– Vit matsjaðu litavar totalt, og serliga haldi eg, at teir har afturi skulu hava stórt rós. Vit spældu so mikið skilagott, at tá litavar royndu seg við longum bóltum, tók verjan sær av tí, og um allan vøllin vóru vit minst líka góðir sum teir.