Hetta sigur ein av veteranunum í oljuleitingini við Føroyar, Richard Hardmann. Sjálvur var hann ein av fyrstu útlendsku jarðfrøðingunum, sum komu til Føroya fyrst í 90-unum at seta skjøtil á leitingina her.
Hóast hann er farin frá við eftirløn, so er hann enn virkin í oljuvinnuni sum ráðgevi fyri bæði føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum og onnur oljufeløg. Hann sigur seg vera meira sannførdan um, at olja er í undirgrundini í dag, síðani hann og starvsfelagarnir í Amerada Hess gjørdu støðuna upp um, at Marjunfundið var ikki lønandi. Og orsøkin til hesa stóru broytingina, frá Marjunfundinum og fram til í dag, sigur Richard Hardmann vera, stóra fundið á bretskum øki, Rosebank/Lochnagar, hinumegin markið. Hann heldur, at góðir møguleikkar eru fyri tí teir á oljumáli kalla mirror image tvs. at undirgrundin okkara megin markið kann vera ein spegilsmynd av henni hinumegin, har Rosebankkeldan liggur.
Orsøkin til at bjartskygni er størri í dag er ein samanrenning av betri seismikki, betri forstáilsi av jarðfrøðini og sum heild ein sannførandi kensla av, at her finst olja.
Richard Hardmann heldur, at tað verður neyugt at brúka nógvar pengar fyri at finna oljuna, og fara góð tíðindi at koma sohvørt, so fara enn fleiri eygu at fylgja við. So vísindin og betri vitanin hava gjørt, at bjartskygni er vaksið aftur saman við fundunum í bretskum øki, Rosebank og Cambo.
-Men man kann ikki blíva við hava vóni í allar ævir uttan at finna nakað?
-Tað er rætt.
-Men hvar er so pínumarkið?
-Vit sóu tað á ráðstevnuni. Leitingin fer at vera avmarkað til tann eystara partin av Føroyum. Vit fara ikki hinvegin. Her eru tær røttu jarðfrøðiligu umstøðurnar. Í hvussu er halda vit, at fyritreytirnar eru steðar, og tað er eisini grundarlagið undir teimum modellum, sum arbeitt verður við.
William, Anne Marie og so Rosebank
-Hvat var mest áhugavert á ráðstevnuni?
-Eg haldi ætlaninar um nýggjar boringar eru sera áhugaverdar, eitt nú William brunnurin hjá BP næsta ár og Anne Marie brunnurin hjá Eni og Føroya Kolvetni í 2008. Eg haldi eisini, at tað var sera áhugavert at hoyra Statoilfólkini greiða frá basaltinum.
Richard Hardmann arbeiðir fyri føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum. Hann heldur, at loyvini, sum felagið fekk tillutað í 2. útbjóðing eru sera áhugaverd, men av tí at AP er eitt lítið felag, so vónar hann, at onnur feløg fara at vísa áhuga fyri loyvunum hjá AP. Tað er so knýtt at leiting og kanningum í øllum økinum sum heild. Men teir tríggir brunnarnir, sum í næstum verða boraðir á Rosebankfundinum kunnu eisini fáa stóra týdning fyri loyvini hjá AP. Somuleiðis leitar Amerada Hess í løtuni eftir palli at bora ein ella tveir avmarkingar- og metingarbrunnar á Cambofundinum skamt frá markinum. Eydnast tað so kann tað merkja, at hetta økið av álvara verður latið upp.
-So Rosebank og Cambo á breskum øki kunnu væl blíva duraupplatarar fyri føroyska landgrunnin eisini?
-Tað er góður møguleiki fyri tí.