Teir seinastu tríggjar mánaðarnar hevur tað regnað so illa í Danmark, at veðurmenninir máttu aftur til 1980 fyri at finna eitt summar við líka nógvum regni. Teir hava eisini kannað, nær tað triðvátasta summarið var, og tá noyddust teir heilt aftur til 1874, sigur DMI.
Hóast august ikki endar fyrr enn í morgin, so benda tølini á, at tað hevur regnað 310 millimetrar síðani tann 1. juni. Í 1980 var tilsvarandi talið 323.
Tað eru kortini ikki allir danir, sum hava fingið líka nógv regn í summar. Landafrøðiliga hevur býtið verið rættiliga ójavnt, sigur DMI, sum eisini vísir á, at hóast óvanliga nógv regn er komið niður, so hava tað kortini verið nógvir turrir dagar. Avleiðingin av tí er so, at tað hevur regnað óvanliga illa summar dagar.
Tað nógva regnið í summar og serliga tað grova regnið hevur gjørt stóran skaða. Ein orsøk er, at kloakkirnar eru ikki gjørdar til at taka ímóti tí nógva vatninum. Samstundis siga veðurfrøðingarnir, at broytingarnar í veðurlagnum fara helst at geva uppaftur meiri regn, og tí eru fleiri kommunur í ferð við at leggja størri rør.