Vátir og kaldir - men eisini fegnir

- Tá illveðrið er av, vóna vit, at alt bygdarfólkið tekur og tryggjar allar leysar og ivingarsamar lutir, siga teir í tilbúgvingini.

 

Í illveðrinum leygardagin fekk Sands Sløkkilið sítt fyrsta útkall stutt eftir døgurða henda dagin. Men, eftir myndatøkuna fingu teir, sum dagurin leið, fleiri uppgávur at bjarga bygningum kring um í bygdini. 

Tað var ikki fyrr enn út á kvøldið, at friður var, og menn sluppu til hús aftur - móðir, vátir og kaldir, men samstundis fegnir um, at eingin størri skaði var hendir, tí tað hevði eydnast teimum at byrgja upp fyri størri skaðum.

- Tá hetta illveðrið er av, vóna vit í tilbúgvingini, at alt bygdarfólkið tekur og tryggjar allar leysar og ivingarsamar lutir, soleiðis at hesir ikki koma at gera skaðar seinni, verður sagt á Facebook-síðuni hjá Sands Sløkkiliði.