Í morgun og fyrrapartin fer ein kuldabrúgv framvið av vestri og seinni kemur ein kaldur streymur av vestri. Týsdagin, mikudagin og hósdagin fara brúgvaløg eisini framvið, hesaferð við einum lýggjari streymi av útsynningi eftir sær.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 7 til 12 m/s. Fyrrapartin gul til stívt andøvsgul og hann hækkar í ein vestan. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið, men út á dagin sum frá líður samdrigið. Hitin millum 3 og 7 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein sunnan og útsynning og øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Sólglottar fyrrapartin, síðani yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 9 stig.
Mikudagin
Strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, av vestri og útsynningi, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sum frá líður sólglottar, men seinni skýggjað aftur og regn. Hitin millum 5 og 9 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Út á kvøldið makar hann niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og támut og stundum regn. Hitin millum 4 og 9 stig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 7 til 12 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn sirm. Hitin millum 4 og 9 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 7 til 12 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn. Hitin millum 4 og 9 stig.