Víttfevnandi ábøtur í Hvalbiartunlinum

Landsverk hevur í longri tíð arbeitt við at betra um trygdina í Hvalbiartunlinum. Fyrst við at hækka loftshæddina, og nú verða fleiri møtipláss víðkaði, eins og eldsløkkjarar og rýmingarljós skulu setast upp.

Trygdin í Hvalbiartunlinum verður ivaleyst munandi betri, tá allar ábøturnar, sum Landsverk hevur sett í kortið, eru lidnar.

Fríhæddin í tunlinum er longu hækkað við at skjóta og skróta grót undan loftinum, so størri akfør sleppa ígjøgnum.

Sum tey flestu, serliga í Suðuroynni, eru varug við, er tunnilin stongdur yrkadagar á kvøldi og um náttina. Orsøkin er, at Landsverk ger enn fleiri ábøtur í tunlinum. Í løtuni verður borað og sprongt um næturnar til tess at víðka um fleiri av møtiplássunum, sum hava verið í minna lagi.

Somuleiðis arbeiða el-innleggjarar í løtuni við at seta upp sokallaði rýmingarljós fyri hvørjar 25 metrar, eins og eldsløkkarar verða settir upp. Eisini er ætlanin í samstarvi við televeitararnir at fáa fartelefonsamband í tunnilin, so til ber at fáa boð frá sær, um óhapp henda ella okkurt annað gerst áfatt.

Arbeitt verður við ábótunum í Hvalbiartunlinum árið út.