Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein eystan og fer framvið beint sunnan fyri Føroyar, meðan tað fyllist. Eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni, sum liggur yvir Føroyum, loysist upp. Eitt annað djúpt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer í ein útnyrðing og tilhoyrandi brúgvaløgini við regni fara í nátt framvið av landsynningi. Eitt nýtt lágtrýst væntast spakuliga at fara í ein landnyrðing og fara framvið í ein landsynning úr Føroyum mikudagin. Síðani kemur væntandi ein norðanstreymur við kaldari luft og vetrarælum hósdagin, áðrenn ein hátrýstsryggur av vestri kemur framvið fríggjadagin.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 5 til 10 m/s, seinnapartin makar hann í lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 4 til 9 m/s. Um kvøldið lot til andøvsgul av landnyrðingi ella ymsum ættum, 2 til 7 m/s, um náttina gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, seinnapartin ælaveður og møguliga klárar í, men um kvøldið skýggjað og í nátt fer aftur at regna. Hitin millum 3 og 7 stig.
Týsdagin
Hann makar vindin í lot til gul av suðri, undir 5 m/s, um náttina eitt skifti lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s, seinni makar hann vindin av landsynningi. Fyrst skýggjað og regn, men sum frá líður turt, hann klárar í og sólin sær. Um kvøldið og náttina samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina, um náttina millum 2 kuldastig og 4 hitastig.
Mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, um kvøldið av norðri og hann makar vindin í lot til andøvsgul, 4 til 9 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, um náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s. Smadrigið og ælaveður, sum frá líður kavi. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 4 kuldastig og 2 hitastig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, síðani makar hann vindin í lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, um kvøldið øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 7 til 12 m/s. Turt og sólglottar, men sum frá líður skýggjað og um náttina kavi ella vátaslettingur, seinni regn. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina veksur hitin upp í 2 til 6 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 7 til 12 m/s, hann øtlar vindin í strúk í vindi upp í skrið av vestri, 12 til 18 m/s, seinni makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 3 og 7 stig.