Í einum akademiskum umhvørvi í Keypmannahavn 1846 varð ásurin, sum skuldi ber føroyska skrivtmálið, evnaður til av V. U. Hammershaimb væl hjálptur og umgyrdur av virkisfúsum romantiserandi líkasinnaðum málentusiastum úr Føroyum, Íslandi, Noregi og Danmark.
Jón Sigurðssons forslag
Chr. Matras skrivar í “ Det færøske skriftsprog af 1846”, Scripta Islandica, 1951. “Det var således en bunden opgave, der blev stillet Hammershaimb, og i det store og hele blev det Jón Sigurðssons forslag, der blev fulgt.”
V. U. Hammershaimb (1819-1909) fór 13 ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla. Tók studentsprógv í 1839 og teologisk embætisprógv 1847. Var heima í Føroyum og vitjaði (savnaði) í 1841 og 1847.
Omanfyri nevndi íslendingur Jón Sigurðsson (1811-1879) var filologur ella málfrøðingur og átta ár eldri enn V.U. Hammershaimb.
Tað er vælskiljandi, at V. U. Hammershaimb valdi íslendska málstrukturin sum fyrimynd, tí Ísland hevur líka siðani miðøldina havt eitt vældefinerað skrivtmál, hvørs grundstruktur uttan stórvegis trupulleikar kundu tillagast, soleiðis at føroyska málið eisini fekk ein hóskandi grundstruktur til sítt skrivtmál. Tað at bæði Ísland og Føroyar vóru at rokna sum smáar tjóðskapareindir, og at átta ára eldri íslendski vinmaðurin Jón Sigurðsson var ein í fornmálinum studeraður snillingur, hevur helst longu í romantiska útiseta studentarumhvørvinum kveikt dreymar um eitt í málinum javnsett smátjóða brøðralag.
Fullkomið skrivtmál
Yvirordnaði teoretiski førleikin var til staðar í Keypmannahavn í 1846, tá ásurin, ið skuldi bera føroyska skrivtmálið, varð evnaður til, men júst hvat skal upp á henda ásin, eru tað nógvar meiningar um tannn dag í dag. Tað kann tó tykjast løgið, at ein føroyskur drongur sum 13 ára gamal flytir til Danmarkar og sum 27 ára gamal leggur lunnar undir føroyska skrivtmálið, ger hetta so fullkomið, at ikki eitt komma hevur fyri neyðini at vera broytt. Soleiðis var tað nú heldur ikki. Tí í 1890’unum ynskti V. U. Hammershaimb sjálvur saman við 6 øðrum - harímillum (dr.)Jakob Jakobsen – at gera eina umfatandi broyting í skrivtmálinum, einfaldgera og rætta tað skrivaða meiri eftir móðurmálinum, men broytingin vann ikki frama. V. U. Hammershaimb var ikki puristur, men konstruktivur realistur. Tað er kanska vert at viðmerkja, at mest alt tað skrivliga arbeiðið hjá V. U. Hammershaimb varð greitt úr hondum ta tíðina, hann búði í Danmark.
Puristar ella pragmatikarar
Semja er ikki um hvussu føroyska málið skal mennast ella hvat fyri alfabet vit skulu brúka. Hetta førir við sær, at vit steðga upp og gerast eftirbátar á fleiri økjum. Skert alfabet (c,q,w,x,z mangla) og tí megna vit ikki at stava til lond og geografiskar eindir úti í heimi, men hava gjørt okkara egnu kráku terminulogi, sum ongin skilir. Tað sama er um at henda við okkara altjóða fakterminulogi. Smb. Ingrid Sondum er skert alfabet eisini ein forðing, tá vit skulu brúka orðabøkur (Sosialurin nr. 61, síðu 17). Nøkur vilja politisera málið (puristarnir og tey yvir-nationalu) og ynskja at reinsa málið fyri øllum donskum árini og menna tað eftir íslendskum leisti. Onnur (pragmatikararnir) ynskja at menna málið við støði í verandi máli (móðurmálinum) soleiðis, at málið sum samskiftismiðil kemur til sín rætt og eisini er ílatið til at taka ímóti globaliseringini.
Málslig hvørvisjón
Tórður Jóansson, doktari í málfrøði, skrivar um málpolitikk ( Málhornið Dimmalætting 11.08.06) m. a. “Hugmyndin um eitt reint, fullkomið snið á máli er ein hvørvisjón ..” “.. men hugmyndin um eitt slíkt óveruligt, reint mál livir framvegis.” “.... føroyska orðatilfeingið er ónøgtandi í fleiri høpum; innan vísindi og heimsspeki er ikki lætt at orða seg á hampuligum føroyskum, og torført er at flyta kenslubornan skaldskap – bundnan ella óbundnan – yvir í líknandi føroyskt mál.” Tórður endar greinina við: “Annars er at fegnast um, at Málstevnunevndin er farin til verka; og vónandi spyrst dyggari úrslit burturúr enn tað, sum framman undan er komið av skafti!”
P.S. Málstevnunevndin, ið Tórur Jóansson vísir til, barslaði við nevndarálitinum, Málmørk, 18. dec. 2007. Hetta er eitt puristiskt 117 A4 síðu álit uttan atlit til føroyska móðurmálið yvirhøvur og uttan nakra broyting ella nýhugsan, so har kom heldur einki av skafti. Sorry Tórður!
Puristiski leisturin hevur rent seg fastan og er í dag meiri ein forðing enn nakað annað. Tí er neyðugt við nýhugsan á málsliga økinum, sum Tórður Jóansson eisini eftirlýsir.