Vaða­steinur á veg á Flemish Kap

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey bara tað eina línuskiipið inn at landa í dag, men seinni í vikuni koma væntandi fleiri. Skipini fiska mest av tosk og hýsu, men fáa eisini nakað av longu og brosmu.
Eitt línuskip er farið á Flemish Kap. Tað er Váðasteinur.
Annars fara tey línuskip, sum enn liggja inni, til fiskiskap aftur, tá veðrið batnar.
Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður hampiligur í vikuni, men veðurútlitini eru einki serlig.
Tí verður heldur ikki roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar.
- Møguliga verður nakað av útróðri miðskeiðis í vikuni, tí tá sær út til, at veðrið verður hampiligt. Bátarnir fáa mest sum bara tosk og hýsu.
Flestu partrolarar eru til fiskiskap og koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er heldur smáligur, men onkur pør hava gjørt góðar túrar.
Fríggjadagin lógu allir djúpvatnstrolararnir, og marknaðurin veit at siga, at nakrir fara at loysa, tá veðrið batnar.
Allir teir smáu trolbátarnir lógu eisini við bryggju fríggjadagin, og teir fara eisini út aftur, tá veðrið batnar. Væntandi er, at teir fara at leggja seg eftir at fiska havtasku.
- Í dag kemur eitt garnaskip inn at landa svartkalva. Tvey onnur garnaskip eru eisini á svartkalvaveiði og frysta veiðina umborð. veit Fiskamarknaður Føroya at siga.