Línu- og garnaskipið Váðasteinur, sum Jóhan í Hoyvík læt byggja á Tórshavnar Skipasmiðju í 1977, er keypt inn á Toftir av nýstovnaða felagnum, P/F 19. mai 2014.
Skipið, sum fiskar við línu í veiðibólki 3, hevur eisini garnaloyvi til svartkalva. Váðasteinur fekk nýggjan motor í 2003.
Í løtuni er Váðasteinur til fiskiskap, so nýggju eigararnir yvirtaka ikki skipið, fyri enn hesin túrurin er liðugur. Ætlanin er, at yvirtøkudagurin verður á jóansøku - 24. juni.
Tað eru fleiri lokalir íleggjarar, sum hava sett pening í nýggja felagið. Martin V. Heinesen er nevndarformaður, og stjóri er Niclas Davidsen.
- Eg fegnist um, at eitt skip aftrat er komið til kommununa og ynski nýggju eigarunum tillukku við skipakeypinum og blíðan byr, sigur borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, við heimasíðuna hjá Nes kommunu.