Væl fleiri fólk búgva í Føroyum nú enn í fjør

1. juli búðu 53.399 fólk í Føroyum. Seinasta árið løgdust 796 fólk afturat, sum er ein vøkstur á 1,5 prosent samanborið við 1. juli í fjør.

Støðuga gongdin í fólkatalinum heldur fram. Tað veit Hagstovan at fortelja í dag.

 

– Vøksturin í fólkatalinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 333 og nettoflyting á 453, sigur Hagstovan.

 

– Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er nettoflytingin 209 minni, meðan burðaravlopið er 38 størri. Seinastu tvey árini er nettoflytingin minkað nakað, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað. Samlaða ískoytið til fólkavøksturin er tí framvegis javnt vaksandi.

 

Eins og í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúgvoyar og Fámjins kommunur.

 

Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 397 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Eiðis og Vestmanna kommunum, har 7 fólk fluttu úr kommununum.

 

Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosentum - tað er seks fólk. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 3,6 prosent, 19 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar kommunu, 2,6 prosent - tað er eitt fólk.