Fróðskaparsetri boðar frá at ritgerðin eitur "Freedom of Speech, Hate Speech and Democratic Formation - On the double function of hate speech legislation and its relation to freedom of political speech"
Ph.d.-verkætlanin hjá Sigri M. Gaïni er politisk-filosofisk, og hon hevur verið innskrivað á Roskilde Universitet og Fróðskaparsetri Føroya. Granskingarráðið hevur stuðlað ph.d.-verkætlanini.
Vegleiðarar hjá Sigri vóru Sune Lægaard, lektari í politiskari filosofi á Roskilde Universitet, og Hans Andrias Sølvará, professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya.
Í metingarnevndini sótu Esther Oluffa Pedersen, lektari í filosofi á Roskilde Universitet og forkvinna í nevndini, Christian F. Rostbøll, professari í stjórnmálafrøði á Københavns Universitet, og Jonas Jakobsen, lektari í filosofi universitetinum i Tromsø.
Tað var Erika Anne Hayfield, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, sum leiddi verjuna í Kongshøll seinnapartin, og metingarnevndin var samd um at Sigri M. Gaïni skal hava ph.d.-heiti.