Tey, sum hava sína egnu, privatu pensjón, skulu ikki longu hava eina almenna fólkapensjón eisini. Tað halda tveir av teimum politikarunum, sum fáa eitt avgerðandi orð at siga, nú Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sett sjøtul á arbeiðið at gera eina nýggja pensjónsskipan. Ein bólkur av ambætisfólki hevur gjørt eitt uppskot til eina nýggja pensjónsskipan. Tað varð lagt fyri andstøðuna í farnu viku, men fyribils vil Annika Olsen ikki útgreina, hvat stenduri tí.
Les eisini: Føroyingar skulu arbeiða longri í lívinum
- Tað er eitt upplegg og ikki meiri enn tað og eg eri sinnað at viðgera allar tættir í upplegginum fyri at finna eina semju, segði hon við in.fo um vikuskiftið. Men sum vit skrivaðu í nøkrum greinum í gjár, var eitt kjak á Rás2 nakað síðani um eina nýggja pensjónsskipan. Í kjakinum vóru Annika Olsen, Reimund Langaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Kári Petersen búskaparfrøðingur, sum hevur verið við til at gera uppleggið.
Og í tí kjakinum lyftu tey lokið og greiddu frá summum av tí, sum stóð í upplegginum og samstundis duldu landsstýriskvinnan og løgtingsmaðurin ikki fyri, hvussu tey hildu, at ein nýggj pensjónsskipan skal snikkast saman.
Les eisini: Verða hildin fyri tað turra spott
Og bæði Annika Olsen og Reimund Langaard eru samd um, at tey, sum hava eina góða, privata pensjón, skulu ikki eisini hava eina almenna fólkapensjón. Ella í minsta lagi skulu tey bara fáa eina ógvuliga avmarkaða almenna fólkapensjón afturat síni egnu pensjón.
- Tann almenna fólkapensjónin skal brúkast til at lofta teimum, sum lítla og onga privata pensjón hava, og sum sostatt hava brúk fyri eini fólkapensjón, heldur Reimung Langaard.
- Fólkapensjónin skal ikki vera eitt aldursískoyti til tey, sum hava eina góða inntøku afturat, heldur Reimund Langaard.
Les eisini: Neyðugt at brandskatta føroyingar í framtíðini
Hann sigur, at skulu øll hava fólkapensjón, verður tað ov dýrt fyri samfelagið. Men broyta vit pensjónina soleiðis, at tey, sum hava sína egnu pensjón, ikki eisini fáa eina almenna fólkapensjón, fáa vit eina góða, sosiala skipan, sum loftar teimum, sum veruliga hava brúk fyri tí.
- Skulu øll hava fólkapensjón, verður minni í part. Vit kunnu taka ALS sum dømi. Skulu øll fingið útgjald úr ALS, hevði alt ov lítið verið til tey, sum eru arbeiðsleys og av álvara hava brúk fyri arbeiðsloysisstuðuli.
Les eisini: Tað er óreiðiligt at lata sum luft
Hesum er Annika Olsen samd í og hon sigur, at tað er ein spurningur, sum arbeitt verður við- - Hví skulu eg og onnur, sum hava eina privata pensjón, eisini fáa eina fólkapensjón frá tí almenna. - Tey, sum hava sína egnu pensjón, skulu nokk klára seg sjálvi. Uppgávan hjá okkum verður at trygga tey, sum av álvara hava tørv á tíð, sigur Annika Olsen. Og hon vónar, at politisk semja fæst um at seta eina slíka, rættvísa skipan saman.
|