Væleydnað ráðstevna

10. november varð ráðstevnan ‘Arbeiðsmarknaðurin og menningartarn’ hildin í Norðurlandshúsinum

10. november varð ráðstevnan ‘Arbeiðsmarknaðurin og menningartarn’ hildin í Norðurlandshúsinum. Um 125 fólk tóku lut á ráðstevnuni, umboðandi ein breiðan skara av fólki, ið onkursvegna hava áhuga í evninum. Har vóru millum onnur umboð fyri arbeiðsgevarar, starvsfólk hjá tí almenna, landsstýrisfólk og politikkarar, fólk við menningartarni og avvarðandi.

 

 

Hetta sigur Javni í tíðindaskrivi.

 

 

Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, setti ráðstevnuna. Hann fegnaðist um at Javni varpaði ljós á hetta evni, og vísti á, at verandi samgonga hevur sett sær fyri, at øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal hava møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum. Landsstýrismaðurin vísti á, at privati og almenni arbeiðsmarknaðurin eiga at lata dyrnar upp fyri fólki við menningartarni og bjóða innum, og hann heldur, at tað almenna eigur at ganga á odda. Víðari helt hann, at skulu vit hava ein rúmligan arbeiðsmarknað í Føroyum er alneyðugt, at vit øll lyfta uppgávuna í felag.

 


Ælabogin, ið er tónleikabólkur mannaður við fólki, ið hava menningartarn, spældi tvey løg, áðrenn farið varð víðari í skránni. Tað var sum altíð ein uppliving av teimum stóru at lýða á teirra lívsjáttandi tónleikaframførðslu, og ein góð ímynd av, at vit øll eiga ein týdningarmiklan leiklut í lívsins marglitta tónleikabólki.  

 

 

Javni kunnaði í stuttum um hugtakið ‘menningartarn’ og um útbreiðsluna í Føroyum. Tað er týdningarmikið at hava í huga at ‘menningartarn’ hevur eitt breitt spenni, og tað ber ikki til at tosa um ein homogenan bólk av fólki við nøkrum ávísum sereyðkennum. Sambært heimsheilsufelagsskapinum WHO, so eru nøkur parametur til staðar tá vit tosa um menningartarn: niðursett IQ, sosiala búningin og evnini at tillaga seg skulu vera munandi skerd, og førleikastøðan skal vera til staðar áðrenn fylta 18. ár. WHO metir, at millum 1 og 3 % av heimsins íbúgvum hava onkran form fyri menningartarni, og at meginparturin, um 85%, eru lættari ávirkað av teirra tarni, og sostatt í ein stóran mun eru før fyri at klára seg sjálvi, og kunnu vera ein resursa fyri samfelagið. 

 

 

Sambært kanningina frá Hagstovuni vóru við ársenda í fjør 481 fólk við menningartarni í Føroyum. Hetta svarar neyvt til 1% av føroya fólki. Í mun til metingina frá WHO er hetta talið lágt, men havast skal í huga at tey 481 fólkini eru tey, ið Almannaverkið kennir. Hesi kunnu vera fleiri. 360 av hesum fólkunum eru í aldursbólkinum 18-66 ár, og sambært skattaskránni hjá TAKS hava 155 av teimum lønarinntøku, annaðhvørt frá vardum verkstaði ella frá ‘vanliga’ arbeiðsmarknaðinum. Tá vit taka tey fólkini frá, ið eru í óløntum virkistilboði, so kunnu vit staðfesta, at eini 150 fólk antin ganga fyri einki ella arbeiða tey fyri onga løn. Helst snýr tað seg um ein blanding av báðum. Arbeiðsloysi í føroyum er metlágt í løtuni, 2%, men kanska heili 31% millum fólk við menningartarni! Vit kunnu í hvussu er staðfesta, at 31% ikki fáa lønarútgjalding.

 

 

Tølini í sjálvum sær eru turr at fyrihalda seg til, men aftanfyri tølini eru føroyingar, ið møguliga kenna seg at vera til yvirs í samfelagnum. Vit vita, at tað, at hava ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag er ein týdningarmikil partur av lívinum hjá okkum menniskjum, við ella uttan menningartarn. Og hinvegin, so vita vit eisini, at tað kann hava keðiligar menniskjaligar fylgjur, um vit ikki verða viðurkend og sleppa at geva okkara ískoyti til samfelagið. Tað er galdandi fyri øll fólk, bæði við og uttan tarn. Claus Bergmann Hansen, ið er projektleiðari hjá KLAP í Danmark, greiddi frá hvussu verkætlanin er skipað. KLAP hevur til endamáls at fáa danir, ið hava menningartarn, út á vanliga danska arbeiðsmarknaðin. Hetta gera tey við at finna hóskandi størv, og síðan lýsa tey leys á almennum starvsportali. Tey, ið hava teir førleikar, ið arbeiðsgevarin eftirlýsir, kunnu so søkja starvið. Týdningarmikið er at undirstrika, at talan er um veruligar uppgávur, ið arbeiðsgevarin hevur trupult við at fáa loyst, og ikki um ’skaptar’ uppgávur. Eitt annað, ið eyðkennir KLAP er, at størvini eru avmarkaði til fyritíðarpensionistar. Royndirar hjá KLAP vísa, at dyrnar hjá arbeiðsgevarunum eru nógv opnari fyri fólki við menningartarni, ið hava fingið tillutað eina pensión. Orsøkin er, at arbeiðsgevarar halda at aðrar fyriskipanir skapa ov nógv ‘bøvl’.

 

 

Tað var sera kveikjandi at hoyra arbeiðsgevarar, ið hava fólk við menningartarni í starvi, greiða frá teirra royndum. Umframt at gera eitt dygdar arbeiði, hvør á sínum øki, so vóru starvsfólkini nógv ment á øllum økjum, síðan tey komu í starv. Ein arbeiðsgevari nevndi, at teirra starvsfólk kláraði seg illa sosialt, og hevði stuðlar áðrenn hann byrjaði í starvi. Hetta var alt broytt, og í dag var hann nógv meira sjálvbjargin, og stuðlarnir vóru sleptir. Durita Strøm, ið hevur menningartarn, og starvast á vaskaríðnum á landssjúkrahúsinum, dugdi so sera væl at lýsa støðuna frá arbeiðstakarans síðu. Áðrenn hon kom í starv var hon á markinum til at fáa tunglyndi, og hon kendi, at brúk ikki var fyri henni nakrastaðni. Í dag lærir hon onnur upp á vaskaríðnum, og er sera glað fyri starvið. Durita helt tó at tímatalið, hon kann arbeiða, átti at verið hægri.

 

 

Elisabeth Henriksen, ið er leiðari fyri vardu verkstøðini hjá Almannaverkinum, kunnaði um arbeiði hjá verkstøðunum. Verkstøðini framleiða vørur av ymiskum slagi. Nevnast kann at ‘prestarnir’ ið standa fram við okkara landsvegum, spýggibakkarnir umborð á okkara strandfaraskipum, og viðføris-seðlarnir hjá Atlantic Airways eru framleiddir á varda verkstaðnum Vón á Argjum. Verkstøðini gera eitt dygdar arbeiði, og eru avgjørt eitt týdningarmikið arbeiðstilboð til fólk við menningartarni. Fyri fleiri er hetta tað rætta tilboðið, men nøkur hava brúk fyri øðrum avbjóðingum. Almannaverkið fór fyri nøkrum árum síðan undir eitt átak fyri at fáa fólk í starv uttanfyri vardu verkstøðini. Tað eydnaðist í nøkrum førum, men avmarka fíggjarorka steðgaði tilgongdini, sum tó er tikin upp aftur fyri kortum.

 

 

Eitt týdningarmikið lið, tá vit tosa um at fáa fólk við skerdum førleika út á arbeiðsmarknaðin, er lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk. Henda lóg stuðlar undir at fáa fólk í starv, ið annars kunnu hava trupult við at hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Tað eru serliga tvær fyriskipanir í lógini, ið eru áhugaverdar fyri fólk við menningartarni. Tann eina er tillagað starv, har starvsfólkið er sett eftir vanligum treytum, men har arbeiðsplássið fær endurgoldið ein part av lønini. Hitt er starv til fyritíðarpensionistar, har starvsfólk verður sett í starv til fyrifallandi arbeiðsuppgávur í max 15 tímar um vikuna, og fyri avtalaða løn. Hallur Thomsen, stjóri í Menningardeplinum hjá Almannaverkinum, legði í síni framløgu dent á, at Almannaverkið hevur eina røð av tiltøkum, sum hava til endamáls at fáa fólk í starv. Tiltøkini eru skipaði í stigum, har virknisvenjing, arbeiðsbúgving og tillagað starv skulu roynast, áðrenn ein persónur verður tillutaður fyritíðarpensión, og sostatt kann koma í starv eftir tiltakinum um avtalaða løn. Eitt ítøkiligt broytingaruppskot var um at strika ásetingina um, at starv til fyritíðarpensionistar ikki skal hava eina avmarking í max starvstímum. Allir partar tóku undir við hesum, so vónandi verður ásetingin í lógini strikað.

 

 

Nógv góð uppskot komu fram tá luttakararnir á ráðstevnuni seinnapartin stungu høvdini saman fyri at umrøða, hvussu arbeiðsmarknaðurin skal gerast meira atkomuligur hjá fólki við menningartarni. Breið semja tyktist at vera um, at vit áttu at haft onkra KLAP líknandi skipan, ið hevði fokus á hetta burturav. Skotið varð upp at ein slík skipan kundi ligið hjá Almannaverkinum, hjá MBF, ella hjá Javna.

 

 

Ráðstevnan endaði við Pallborðsorðaskifti við luttøku av Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, Hallur Thomsen, stjóri í viðskiftadeplinum, Esther Dahl, ráðgeva fyri Arbeiðsgevarafelagið, og Sigrun Wardum, forkvinnu í Javna. Pallborðsorðaskiftið hevði yvirskriftina 'Hvussu koma vit víðari'. Øll vóru samd um at okkurt skal henda á hesum økinum, soleiðis at atgongdin til arbeiðsmarknaðin gerst lættari hjá fólki, ið onkursvegna hava tarn.

 

 

Hjá Javna fegnast vit um góðu undurtøkuna til ráðstevnuna, og um at bæði politiski og fólksligi viljin er til staðar fyri at gera arbeiðsmarknaðin meira rúmligan. Vit mugu tó ásannað, at verandi skipanir ikki í nóg stóran mun taka atlit til fólk við menningartarni. Hetta mugu vit saman gera nakað við, tí tað er ikki virðiligt fyri samfelagið at nøkur fólk eru ‘parkeraði’ úti á einum síðuspori, ímeðan ferðslan annars koyrir við fullari ferð. Vit síggja, at fólk við menningartarni gera eitt dygdar arbeiði, fáa tey møguleikan, og tað er alneyðugt at vit skjótast gjørligt skipa arbeiðsmarknaðin soleiðis, at atgongdin verður lættari hjá hesum fólkum.