Vælkomin heim frumsýning í Føroyum

Mikudagin 23. juli kl. 19 hevur nýggi heimildarfilmurin Vælkomin heim eftir Mariu Winther Olsen frumsýning í Føroyum

Um filmin:

 

Anna Sofía er akkurát flutt niður til Oyrasund, har Álvur longu býr. Saman skapa tey eitt heim á Oyrasundi. Teir gráu betongblokkarnir hava hýst túsindavís av føroyingum í fleiri ættarlið. Her byggja tey víðari á eitt heim, sum tey ikki eru vís í, um tey eru farin frá - ella um tað nakrantíð var teirra.

 

Vælkomin heim er ein frásøgn um vinarlag, slatur á gongini og dreymar; kanska í avmarkaða tíð? Um heim byrjar at kennast sum eitt stað, man ikki kann heilt kann vera - serliga um mann er ungur, kvir og eitt sindur ov nógv?

 

Fortíðin lúrir, framtíðin kallar, og mitt ímillum standa tey. Ivandi, langtandi og saman. Tey hava í øllum førum hvønn annan.

 

Eftir filmin verður prát við Mariu Winther Olsen, Onnu Sofíu Holm Skoradal og Álv av Kák.

 

Sýningin er ókeypis og verður í Perluni. Øll eru vælkomin.