Ymiskt er, hvat gjørt verður burtur úr, tá fólk fylla 30 og fáa tað, tey rópa ”pipar”. Tað er bara hugflogið, sum setir mørkini.
Henda myndin er um dagarnar tikin í túninum hjá einari damu, sum herfyri fylti 30, og tað er ikki smávegis, sum onkur hevur gjørt burturúr.
Ein stórur "pílur" oman á einum vogni við áskriftini - Vælkomin í piparball - peikar beint á húsini, har daman býr, sum her fyllir 30.