Vælkomin umborð á Niels Juel

Fregattin Niels Juel liggur við molan í Havn í dag, og skipið bjóðar øllum umborð til opið skip.

– Komið og síggið fregattina innanífrá og fáið innlit í eina av fregattunum hjá sjóverjuni og arbeiðsplássið hjá manningini.

– Vit vóna at síggja so nógv sum gjørligt til opið skip millum klokkan 14 og 16, skrivar Arktisk Kommando, sum eisini sigur, at leiðvísing verður á havnini út til skipið. Tað ber ikki til at koma út á molan í bili, og at tað er ein teinur at ganga.