Javnaðarflokkurin í Svøríki hevur annar sbiðið um at fáa stjórnarætlanina til atkvøðugreiðslu í Ríkisdgnum.
Tað sigur Stefan Löfven sambært tíðindastovuni TT.
– Eg eri klárur at lata meg tilnevna sum forsætisráðharri í Svøríki og harvið til atkvøðugreiðslu fríggjadagin, sigur Löfven eftir fund við formannin í Ríkisdegnum, Andreas Norlén í dag.
Úrslitið av svenska valinum gjørdist, at borgarligi vongurin noyddiast at hava Sverigesdemokratarnar við til tess at fáa borgarligan meiriluta. Men tað vilja tveir av borgarligu flokkunum ikki.
Tí hava teir gjørt avtalu við Javnaðarflokkin og Umhvørvisflokkin um, hvussu ein stjórn tvørtur um miðjuna í svenskum politikki kann síggja út.
Avtalan hevur bíðað eftir góðkenning frá Vänsterpartiet, sum vanliga hevur verið stuðulsflokkurin hjá Javnaðarflokkinum. Men fyri løtu síðani boðaði Vänsterpartiet frá, at tey góðtaka avtaluna.
/ritzau/