Á vøkru svensku oynni, Gotlandi í Eystrasalti fyllir tað nógv, at tey skulu reika fyri oyggjaleikunum á sumri 2017. Nógv er at fyrireika, og nú væntar fyrireikingarnevndin eitt methøgt tal av íðkarum til oyggjaleikirnar í 2017.
Fyrstu útrokningarnar hjá fyrireikarunum vísa, at tað fara at koma 2.814 íðkandi til Gotlands at kappast í teimum ymisku ítróttargreinunum. Tað eru 300 fleiri íðkandi enn á oyggjaleikunum á Jersey farna summar. Tá oyggjaleikirnir vóru á Gotlandi í 1999 vóru 1.800 íðkandi, og so tað verða 1.000 fleiri íðkandi á leikunum á Gotlandi hesaferð í mun til fyrru ferð, tá leikirnir vóru á svensku oynni í Eystrasalti áðrenn aldarskiftið.
Per Wallstedt, formaður í fyrireikingarnevndini fyri oyggjaleikunum í 2017 hevur saman við fyrireikingarnevndini gjørt eina meting av talinum av íðkandi í hvørjari ítróttargrein, og eru fyribils tølini hesi, sambært Sveriges Radio á Gotlandi :
- Bogaskjóting: 136 íðkandi
- Frælsur Ítróttur: 397
- Badminton: 126
- Kurvabóltur :
Kvinnur: 6 lið
Menn: 12 lið - Súkkling: 160
- Fótbóltur:
Kvinnur: 14 lið
Menn: 17 lið - Golf: 135
- Fimleikur: 78
- Skjóting: 178
- Svimjing: 190
- Borðtennis: 90
- Tennis: 100
- Flogbóltur :
Kvinnur: 10 lið
Menn : 10 lið - Strandarflogbóltur :
Kvinnur: 11 lið
Menn: 11 lið - Triathlon: 111