Vænta at koma ordiliga upp aftur í ferð næsta ár

Men fólk bera seg øðrvísi at nú, enn tey gjørdu fyrr

Tá ið korona fór at herja, segði Atlantsflog eini 100 starvsfólkum upp, og 19 av teimum vóru flogskiparar. Teir fyrstu níggju mánaðirnar í 2019 vóru starvsfólkakostnaðir til flogskiparar og flogternur 36,9 mió. kr., og í sama tíðarskeiði í fjør vóru starvsfólkakostnaðir til flogskiparar og flogternur 24,0 milliónir. 

 

Men í september í 2020 flugu tey ikki meiri enn helvtina av tí tey gjørdu í 2019. Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, sigur við FM1, at næsta ár vænta tey at verða komin upp aftur á sama stig, sum tey vóru í áðrenn korona fór at ganga, ella í hvussu so er har á leið.

 

Atlantsflog hevur rættiliga leingi havt ætlanir um at flúgva uppá New York og Niels Mortensen væntar, at tað fer at koma í lag næsta ár. Men hann vísir eisini á, at nú eru viðskiftafólkini farin at bera seg øðrvísi at enn tey gjørdu fyrr. Fyrr bíløgdu fólk ferðaseðil í góðari tíð, men tað tora tey ikki longur tí tíðirnar eru so óvissar, og vandi er alla tíðina fyri, at møguleikarnir at ferðast verða avmarkaðir aftur.

 

So nú er tað ikki fyrr enn í síðstu løtu, at at fólk keypa sær ferðaseðil, sigur hann. Sum vit skrivaðu áður, hevur Atlantsflog sett sjey av uppsøgdu flogskiparunum aftur í starv, og væntandi verða fleiri starvsfólk sett, so hvørt sum flúgvingin mennist.

 

Men ætlanin er framvegis at brúka fríyrkisfólk á hásumri, tá ið mest av flúgving er. Fyrr í dag upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at Atlantsflog leggur stóran  dent á at útbúgva, og førleikamenna, føroyska arbeiðsmeg – og at tryggja felagnum eina støðuga arbeiðsmegi.

 

– Síðani Atlantsflog varð stovnað, hevur tað útlært fleiri hundrað fólk sum mekanikarar, flogskiparar, flogternur og hópin av øðrum størvum í flogvinnuni.

 

Og síðani 2016 hevur felagið bjóðað 17 ungum føroyingum skeið so at ter kundu verða góðkendir at flúgva Airbus A319/320 flogfør og tað er virðismett til umleið 250.000 krónur fyri hvønn. Stígur kom í hetta, tá ið korona fór at herja, men hetta arbeiðið heldur fram aftur næsta ár.

 

Les eisini: Sjey uppsagdir flogskiparar settir aftur í starv