Tað er útselt á Air Albania leikvøllinum í kvøld, tá Albania kann fagna spælarunum, ið hava vunnið sær víðari luttøku til EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í 2024.
Áskoðaramentanin er øðrvísi í Albania, og tað er ikki óvanligt, at dystir verða órógvaðir av eitt nú neyðblusum og øðrum fýrverki. Tað eru ábendingar um, at tað eisini kann henda til dystin í kvøld. Tað eru landsliðið og kropsligi venjarin, Magni Mohr, eisini fyrireikaðir uppá.
- Ja, vit hava fyrireikað okkum upp á, at tað kunnu koma steðgir í dystinum. Tað hendi fyri ikki so langari tíð síðan. Tá var ein steðgur upp á tjúgu minuttir, sigur Magni Mohr, ið saman við landsliðnum hevur fyrireikað seg til tað.
- Um tað koma steðgir mitt í dystinum, so mugu vit verða klárir at hita upp av nýggjum, sigur Magni Mohr um heldur óvanligu støðuna.
Tað er útselt á Air Albania leikvøllinum, sum tekur um 22 túsund áskoðarar. Sitiplássini eru tætt at vøllinum, og stórt net er aftan fyri málini, so einki verður tveitt á vøllin. Dysturin byrjar klokkan 19.45.