Vænta fleiri trolarar í næstu viku

Nøkur partrolarapør og nakrir djúpvatnstrolarar koma inn at landa í næstu viku.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa. Skipini fáa eisini nakað av hjáveiði, men fiskiskapurin er smáligur.

 

- Væntandi koma nøkur pør inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Tríggir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir fáa mest av svartkalva, kongafiski og toski.

 

- Allir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at ein frystitrolari eisini er til fiskiskap: teir fáa mest av svartkalva.

 

Í løtuni er bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap, men onkur fer helst útaftur í næstum.

 

- Trolbátarnir fáa mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski.

 

Fýra garnaskip eru eisini til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

 

- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og tey koma øll inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.