Vænta lítið av línufiski í næstu viku

- Streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, men veðrið verður gott.

 

 

Í løtuni fiskar eitt ísfiskalínuskip í íslendskum sjógvi, og tvey fiska undir Føroyum. Skipini fáa mest av toski, longu og brosmu.

 

- Skipið, sum er í íslendskum sjógvi, landar fyrst í næstu viku. Annað av skipunum, sum er í føroyskum sjógvi, landar síðst í vikuni, og hitt kemur helst ikki fyrr enn fyrst í aðru viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý frystilínuskip fiska í løtuni undir Føroyum, eitt er í Eysturgrønlandi, og eitt er á Flemish Kap.

 

- Streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, men veðrið verður gott. Helst verður nakað av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur, verður lagt aftrat.