Tey flestu partrolarapørini fiska eystanfyri. Tey koma inn at landa, sum vikan gongur.
Fiskiskapurin hjá partrolarunum er sum heild heldur smáligur, men umborð á onkrum pari lata teir væl at.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og ein fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu.
- Teir, sum fiska upsa, koma at landa í morgin, men tann triði landar seinni í vikuni. Tríggir djúpvatnstrolarar eru á Flemish Kap og fiska tosk. Teir frysta umborð.
Lagt verður aftrat, at allir teir smáu trolbátarnir fiska havtasku í løtuni.
- Teir flestu eru antin nýliga byrjaðir túr ella fara út um vikuskiftið. Tí vænta vit teir inn aftur at landa miðskeiðis ella seint í vikuni, sum kemur, sigur Fiskamarknaður Føroya.