Trý línuskip eru undir Íslandi. Eitt landar í vikuni, sum kemur og hevur mest av toski og hýsu. Hini bæði línuskipini landa neyvan fyrr enn í aðru viku.
- Tvey línuskip fiska brosmu og longu. Eitt landar mánadagin, og hitt landar seinni í vikuni. Trý línuskip fiska tosk og hýsu og koma helst inn at landa miðskeiðis í vikuni.
Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar út á vikuna.
- Veðurforsøgnin er góð, so vit vænta nógvan útróður, bæði við línu og snellu, sigur marknaðurin í sínum metingum fyri næstu vikuna.