Stjórin á Varðanum Pelagic væntar sama úrslit í ár sum í fjør, tó at marknaðarviðurskiftini aftur eru vanlig. Makrel- og sildakvoturnar eru nevniliga minkaðar, samstundis sum eitt triðja stórt uppsjóvarvirki letur upp.
2013-roknskapurin hjá Varðanum Pelagic er júst almannakunngjørdur, og vísir hann eitt avlop eftir skatt á 33 milliónir. Virkið rindaði slakar níggju milliónir krónur í skatti. Bruttoúrslitið var góðar 130 milliónir krónur, og eginognin hjá fyritøkuni var 136 milliónir krónur við árslok.
170 fólk starvast á virkinum, og til samans fingu tey 58 milliónir krónur í løn í fjør.
Bogi Jacobsen, stjóri, heldur úrslitið vera nøktandi, tó at tað er minni, enn mett var í 2012.
– Umframt verri prís, so kostaði ES-stongsulin okkum eina rúgvu av pengum í eyka fraktkostnaði. Eina tíð var russiski marknaðurin eisini stongdur fyri okkum, so har var nógv, ið gekk ímóti. Sæð í tí ljósinum, kunnu vit ikki vera ónøgd. Uppgerðir hjá Vørn vísa eisini, at vit við undantaki av einari einstakari landing, altíð góvu besta prísin fyri rávøruna, sigur Bogi Jacobsen.
Nú eru marknaðarviðurskiftini vanlig aftur, men makrel- og sildakvoturnar eru minkaðar, samstundis sum eitt triðja stórt uppsjóvarvirki letur upp. Tí væntar Bogi Jacobsen, at úrslitið í ár verður á leið tað sama sum í fjør.
2013 var fyrsta heila roknskaparárið hjá Varðanum Pelagic. Virksemið byrjaði í 2012, tá bert fimm mánaðir vóru eftir av árinum. Bruttoúrlsitið í 2012 var 44 milliónir krónur.