Vænta størri avlop á fíggjarlógini

– Kor­onustoyturin hevði væl minni neiligar av­leið­ing­ar fyri føroyska bú­skap­in, enn áður mett, og nor­mal­i­ser­ing­in er ging­in skjót­­ari. Tí er met­ing­in av BTÚ fyri 2020 og 2021 ti­l­­lag­­að sam­svar­andi, sig­ur Bú­skap­ar­ráð­ið, sum mikudagin legði fram Heystfrágreiðingina. 

Fróði Magnussen, stjóri á Formula, er nýggjur formaður í Búskaparráðnum

Ráðið sigur, at í vár var vøkst­urin í brutto­tjóð­ar­úr­tøk­uni (BTÚ) í leyp­andi prís­­um mett­ur til 4,6% fyri ár­­ið 2021, men nú er met­ing­in 7,9%. At føroyski bú­skap­ur­in er komin skjótt fyri seg tal­­ar fyri størri avlopum á fíggj­ar­lógini.

 

Í vár lýsti Búskaparráðið ár­ið 2021 við orðinum nor­mal­i­se­ring, har út­flutn­ings­vinn­ur­nar so líðandi vænt­að­ust at sleppa inn á út­lendsku marknaðirnar, og som­u­leiðis útlendsk ferð­a­fólk aft­ur til Føroya. Hendan norm­a­lisering er farin fram skjót­ari, enn væntað varð í vár, og tað avspeglast í høga vøkstr­inum í BTÚ í 2021. Vænt­andi fer hendan norm­al­is­er­ing at halda fram í 2022 eis­ini, áðrenn sigast kann, at umstøðurnar hjá út­flutn­ings­vinn­um okkara aft­ur eru, sum undan kor­onu. Væntanin um eina skjót­ar­i normalisering í út­flutn­ings­vinn­um okkara sam­svar­ar væl við dagførdu út­lit­ini fyri heimsbúskapin hjá IMF og OECD; bú­skap­ar­ligu útlitini fyri stóru út­flutn­ings­markn­að­ir okk­ara eru munandi meira bjart­skygd enn áður, nú kopp­ing­set­ingin er kom­in væl áleiðis. 

 

Vøksturin í BTÚ í leyp­andi prísum hevur Bú­skap­ar­ráð­ið í samstarv við Hag­stovu Føroya mett til at verða -2,4% í 2020, 7,9% í 2021 og 3,3% í 2022. Met­ing­in av árinum 2020 frá í vár var eitt tvífalt so stórt fall í BTÚ, men privata nýtsl­an hevur víst seg at vera størri í 2020, enn áður mett, og hev­ur givið eitt positivt í­skoyti til vøksturin í BTÚ í 2020, heldur enn at hála BTÚ niður. Broytta met­ingin av niðurgongdini í BTÚ í leypandi prísum í 2020 og bjartskygdari met­ing­in av vøkstrinum í 2021 sigur nakað um, hvussu skjót vendingin í bú­skap­i­num ­kann vera í ein­um pinku­búskapi, sum tí før­oyska. Orsøkin til, at stoyt­ur­in ikki gjørdist so ógv­us­ligur, er millum ann­að, at hjálp­ar­pakk­ar­nir í Føroyum og úti í heimi gjørdu stóran mun í at bøta um avleiðingarnar av kor­on­u­støðuni. 

 

Før­oysk­u húsarhaldini eru ikki vorð­in stórvegis á­virkaði av hesum stoyti; tey eru bjartskygd, og tað sæst aft­ur í øktu nýtsluni, ið stuðlar uppundir innlendis hand­ils­vinnuna. Privata nýtsl­an er, saman við øktum priv­at­um íløguvirksemi som­ul­eiðis við til at hála vøksturin í BTÚ upp í 2021. Umframt øktan innlendis eftirspurning, er ein størri tøkunøgd av laksi saman við einum lítlum prísvøkstri, við til at hála vøksturin í BTÚ í leypandi prísum upp í 2021. Nøgd og prísir á laksi verða somuleiðis mett at hækka eitt vet í 2022, so hvørt sum eftirspurningurin við vaksandi talinum av koppsettum fólki økist. Makrelfiskiskapurin verður hinvegin vegna vantandi avtalu við Bretland, væntaður at geva lægri útflutningsvirði í bæði 2021 og 2022 samanborið við í 2020. 

 

At føroyski búskapurin er kom­in skjótt fyri seg tal­ar fyri størri avlopum á fíggj­ar­lógini. Hallið á fíggj­ar­lóg­ini er mett at verða 300 mió. kr. í 2021 og 200 mió. kr. í 2022. Hetta er ikki hal­d­førur fíggjarpolitikkur, at al­mennu kassarnir í eini búskaparstøðu við nærum ong­um arbeiðsloysi og stór­um inntøkuvøkstri, ikki hava avlop. 

 

Í Játt­an­ar­kørm­u­num fyri 2022 frá apríl í ár vænt­aði Lands­stýrið, at tað fram­hald­andi fór at vera hall á fíggj­arlógini fyri 2022 og eitt lít­ið avlop í 2023 við ym­­isk­­um átøkum fyri 60 mill­iónir ­krónur, sum ikki eru ná­greinaði enn. 

 

Lands­kass­in átti at havt í minsta lag­ið 150 milliónir krónur í av­lopi í 2022. Har­við verður tó ikki sagt, at Lands­stýrið í óðum verkum skal tátta í, men heldur, at tørv­ur er á ítøkiligum ætl­an­um, ið virka fyri hald­før­um fíggjarpolitikki. Ikki minst sæð í ljósinum av dem­o­graf­isku a­v­bjóð­ing­u­num, ið Føroyar skal møta kom­andi árini við skjótt vaksa­ndi talinum av eldri borg­arum. 

 

Í ferðavinnuni er gongdin júst vend, men størsta av­bjóð­ing­in fyri framgongd í før­oy­sku ferðavinnuni er trot á arbeiðsmegi. 

 

Ferðavinnan væntar ikki at hes­in trupulleikin verður loyst­ur komandi árið, av tí at tað gongur heldur stril­t­ið at fáa útlendska ar­beiðs­megi hendan vegin. Um­boð fyri byggivinnuna gera á sama hátt vart við, at tað er torført at fáa skikk­aða arbeiðsmegi til ymsu uppgávurnar, tí tað í ES-londunum er stórur eft­irspurningur ­eftir hesi somu ar­beiðs­megi, sum Før­oy­ar eftirspyrja. 

 

Í fiski- og alivinnuni hev­ur som­u­leiðis verið neyð­ugt at manna størv við út­lendsk­ari arbeiðsmegi, og er tørv­u­rin framvegis stórur. Í ver­andi løtu er lítið og einki ar­beiðsloysi í Føroyum og tí­skil er torført at ímynda sær, at ósettu størvini skulu mannast av verandi ar­beiðs­megi í Føroyum. 

 

Politiska skipanin átti tí at virk­að fyri at gera tað enn smidligari at fáa út­lendska arbeiðsmegi til land­ið, so fløskuhálsar, ið ann­­ars kunnu seinka og dýrka arbeiðið og føra til løn­ar­glíðing, verða tálm­að­ir. 

 

Royndirnar frá bygg­i­­vinn­uni tala fyri, at út­lendsk arbeiðsmegi kann vera ein góður buff­ari til at taka trýstið á ar­beiðs­markn­að­i­num, hinvegin má hetta ger­ast við skipaðum kørm­um, so talan ikki gerst um sosiala dumping.

 

Trot á bústøðum er somu­leiðis ein týðandi fløsk­u­hálsur, sum kann forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri kom­andi árini. 

 

Treka út­boðið av b­ústøð­um er saman við stóra fólka­vøkst­r­i­num við til at trýsta set­hús­aprísirnar upp, so tað gerst trupult hjá ung­um familjum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. 

 

Skil­a­gott er um komm­un­ur við stórum fólkavøkstri fram­skunda útstykkingar av grund­stykkj­um, so út­boð­ið av bústøðum betri kann standa mát við eft­ir­spur­n­ing­in, sigur Bú­skap­ar­ráð­ið millum annað í Heyst­frá­greið­ing­ini.

 

Fróði Magnussen, stjóri á Formula, er nýggjur formaður í Búskaparráðnum