Vænta trý línuskip í morgin

Sjey frystilínuskip eru til fiskiskap. Tvey fiska í íslendskum sjógvi, og fimm fiska í føroyskum sjógvi.

Streymurin verður harður, men veðrið verður gott. Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum roynist smáligur.

 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at trý ísfiskalínuskip koma inn at landa í morgin, mánadagin.

 

Skipini hava eina blanding av toski, hýsu - og so nakað av brosmu og svartkalva.

 

- Eitt ísfiskalínuskip er eisini á Íslandsrygginum og kemur helst inn at landa seinni í hesi vikuni. Restin av ísfiskalínuskipunum liggja við bryggju í løtuni.

 

Sjey frystilínuskip eru til fiskiskap. Tvey fiska í íslendskum sjógvi, og fimm fiska í føroyskum sjógvi.

 

- Streymurin verður harður í vikuni sum kemur, men veðrið verður gott. Vit rokna tí við, at nakað verður av útróðri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at meginparturin av veiðini hjá útróðrarbátum er hýsa, men fiskiskapurin er vánaligur.

 

 

 

Streymurin verður harður, men veðrið verður gott. Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum roynist smáligur.