Vænta tvey ísfiskalínuskip í vikuni

Streymurin verður einki serligur í næstu viku, og ein part av vikuni verður veðrið helst ivasamt til útróður.

 

 

Í dag eru bara trý ísfiskalínuskip til fiskiskap.

 

Eitt er undir Føroyum og kemur væntandi inn at landa mánadagin ella mikudagin. Eitt fiskar í Eysturgrønlandi og kemur heim at landa miðskeiðis í næstu viku. At enda er eitt skip í Íslandi, men ivasamt er, um hetta skipið landar í næstu viku. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at seks frystilínuskip í løtuni fiska í Eysturgrønlandi, har skipini fáa mest av toski. Tvey frystilínuskip eru undir Føroyum, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi. Einki verður sagt um, nær hesi skip koma inn at landa.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin verður ikki av tí besta, og veðrið verður helst eisini ivasamt ein part av næstu viku. Útróðrarbátarnir fáa ikki tað nógva í løtuni, og tí verður ikki roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar.