Vænta tvey ísfiskalínuskip til landing í næstu viku

Níggju frystilínuskip eru til fiskiskap - fimm eru í føroyskum sjógvi, tvey í íslendskum og tvey í grønlendskum sjógvi.

Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap. Tey fáa mest av hýsu og blálongu og so nakað av toski. Væntandi koma bæði skipini inn at landa í næstu viku.

 

Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya. 

 

Níggju frystilínuskip eru eisini til fiskiskap. Fimm eru í føroyskum sjógvi, tvey í íslendskum, og tvey eru í grønlendskum sjógvi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, men harðnar, sum vikan gongur. Veðrið verður hampiligt fyrst í vikuni, men versnar út á vikuna.

 

- Vit vænta tískil, at nakað verður av útróðri fyrst í vikuni og minni seinni í vikuni. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. 

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir hava smáligan fiskiskap.