Vænta nógvan útróður

- Streymurin verður góður alla næstu viku, og veðrið verður gott, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Tvey ísfiskalínuskip eru nýliga byrjað túr. Annað skipið er á landgrunninum, og hitt er á Føroyabanka.

 

- Skipið, sum er á Føroyabanka, kemur inn at landa í næstu viku, men ivasamt er, um skipið á landgrunninum landar í vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onkur ísfiskalínubátur fer út aftrat, tá veðrið verður betur.

 

- Fýra frystilínuskip eru í løtuni undir Føroyum, tvey eru í Íslandi, og eitt er í Grønlandi.

 

Sagt verður, at streymurin verður góður alla næstu viku, og veðrið verður gott.

 

- So, vit vænta nógvan útróður. Fiskiskapurin er smáligur. Bátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski.

 

Lagt verður aftrat, at onkrir útróðrarbátar fara út á Føroyabanka, og her er fiskiskapurin góður.