Væntar at hava nýtt um skipakeyp fyrsta dagin

Vit eru heppin at ein ferja sum hendan yvirhøvur er til taks, sigur stjórin á Strandferðsluni

Enn hava samráðingarnar ímillum Strandferðsluna og íslendingar ikki borið á mál um at keypa ferjuna, Herjólfur 3, til Føroya at hjálpa Smyrli at røkja suðuroyarsiglingina.

 

Men Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað er avgjørt gongd í samráðingunum og hann væntar at vita meiri í næstu framtíð.

 

Í hesum sambandi hevur verið frammi, at hóast føroyingar keypa ferjuna, hava vilja íslendingar tilskila sær rætt til at fáa hana yvir aftur til Íslands at loysa av, tá ið brúk er fyri tí.

 

Men tað er ikki nakað, sum nervar stjóran á Strandferðsluni. Hann sigur, at høvdu íslendingar ikki havt tørv á at havt Herjólf 3 at loysa av onkuntíð, hevði ferjan langt síðani verið seld.

 

Í roynd og veru heldur Hilmar Eliasen, at tey tey heppin, at ein ferja, sum hendan er til taks yvirhøvur, tí hon er bygd í Noregi og er longu góðkend til sigling um okkara leiðir, so tað verður rættiliga ómakaleyst at fáa hana í sigling í Føroyum.

 

Annars verða øll viðurskifti skipað í einum sáttmála ímillum Strandferðsluna og íslendingar – eisini hvussu íslendingar fáa hana yvir til Íslands. Hilmar Eliasen sigur, at í allar flestu førum verður tað tilrættislagt frammanundan, nær íslendingar skulu leiga skipið aftur, tí í høvuðsheitum verður tað bara tá ið teirra skip skal í dokk, so tað verður lítið, at hon verður í Íslandi og tað verður eisini lagt soleiðis til rættis, at tað verður ikki tá ið Strandferðslan hevur mest brúk fyri tí.   

 

Herjólfur 3, er bygdur í Flekkefjord í Norra í 1992 og er 70,5 metrar langur og 16 metrar breiður. Sum vit hava skilt, siglur hann eini 14 míl, ella nakað seinni enn Smyril, og hann kann keypast fyri slakar 30 milliónir.