Vága kommuna hevur gjørt samstarvsavtalu við MEA – húsið fyri familjumenning. Á myndini eru Vígdis Skorheim frá MEA og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Vága kommuna og MEA gjørt samstarvsavtalu

- Avtalan er eitt víðkað tilboð til borgarar í Vága kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni millum Almannaráðið og MEA.

Vága kommuna hevur gjørt samstarvsavtalu við MEA – húsið fyri familjumenning. Á myndini eru Vígdis Skorheim frá MEA og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Í morgun skrivaðu Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA undir samstarvsavtalu.

 

- Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp at styrkja um familjulívið. Avtalan er eitt víðkað tilboð til borgarar í Vága kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni millum Almannaráðið og MEA, har øll pør, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð, fáa ókeypis parskeið.  

 

Tað siga tey í Vága kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at avtalan gevur møguleika fyri at:

 

* Øll foreldrapør í kommununi, sum hava børn við tørvi, kunnu tekna seg til PREP-skeið ókeypis.

 

* Øll foreldrapør í kommununi kunnu tekna seg til KIFF-skeið ókeypis.

 

* Allar familjur í kommununi hava møguleika at fáa fimm tímar ókeypis familjuráðgeving.

 

PREP stendur fyri Prevention and Relationship Enhancement ella leysliga týtt, Praktiskur reiðskapur til eitt enn betri parlag.

 

- KIFF-skeiðið er til foreldur, sum eru farin frá hvørjum øðrum, men gjarna vilja styrkja samstarvið um felags børn.

 

Í Vága kommunu siga tey, at um undirtøkan verður nóg stór, verður miðjað eftir at skipa fyri skeiðum í Vágum.

 

- Tey, sum ynskja at gera brúk av avtaluni, kunnu ringja ella skriva beinleiðis til MEA á telefon 224921 ella [email protected]. Vit fáa hagtøl frá MEA um hvussu nógv taka av tilboðnum, men vit fáa ikki at vita, hvør hevur luttikið, siga tey í Vága kommunu.

 

Samstarvsavtalan millum partarnar er galdandi frá 1. januar 2023 at rokna og eitt ár fram.

 

Vága kommuna hevur gjørt samstarvsavtalu við MEA – húsið fyri familjumenning. Á myndini eru Vígdis Skorheim frá MEA og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.