Vágamenn eru í góðveðrinum til hús, eftir at teir hava verið inni í Vika á Argjum og spælt fjórðingsfinalu.
Í fjør eydnaðist tað 07 Vestur at vinna seg í hálvfinaluna, og aftur í ár verður 07 Vestur við, tá ið lutur seinni í kvøld verður drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni.
07 Vestur vann 2-1 á Argjum eftir hálvleiksstøðuna 0-0. Seks minuttir eftir steðgin var tað Uros Stojanov, sum við høvdinum setti hol á eftir sending frá vongverjanum í vinstru Rasmus Knudsen, og eitt stórt korter seinni var tað miðvallarin Magnus Holm Jacobsen, sum við rimmar langskoti økti um munin til 2-0. Tá var tað Janus Svabo Samuelsen, sum átti uppleggið.
07 Vestur helt tørn, inntil stóripinnur var farin tvær ferðir eyka runt. Tá minkaði AB um munin til 2-1. Tað var Brian Jakobsen, sum umsetti brotsspark til mál.