Vágamenn ferðast við stórum sjálvsáliti

Í dag gongur leiðin til Klaksvíkar hjá 07 Vestur, sum fimm tær seinastu ferðirnar hevur vunnið úrtøku

Um tað skal eydnast 07 Vestur at vinna úrtøku í Klaksvík, so er hevur tað heilt stóran týdning, at Árni Frederiksberg verður hildin í stuttum tjóðri

Vágamenn hava síðstu ferðirnar av álvara fingið vind í seglini. Fyrsta august legði 07 Vestur rygg til 5-0 tap ímóti HB í Gundadali. Síðani hevur 07 Vestur spælt fimm dystir uttan at tapa. Úrtøkan hevur verið tveir javnleikir og tríggir sigrar, og nú er úrtøkan 22 stig og sætta plássið.

 

Góða gongdin hevur verið ímóti teimum, sum eru niðari á støgutalvuni. Undantakið var síðsta sunnudag, tá ið heimadysturin ímóti B36 endaði 2-2. Teir í 07 Vestur høvdu orsøk at vera vónbrotnir, tí tað restaði bara ein minuttir, tá ið B36 javnaði.

 

-Øll eru greið yvir, at tað er so torført, sum tað kann vera her í Føroyum, tá ið vit nú fara til Klaksvíkar. Men vit hava gott mót. Góða gongdin ger, at vit halda okkum hava møguleika at vinna eitt stig, sigur Tór-Ingar Akselsen. Hann hevur í alt ár verið hjálparvenjari. Fyrstu tíðina var hann millum spælararnar á dómaraseðlinum, tá ið hann ikki var skaddur, men eftir egnum ynski hevur hann ikki verið á listanum, síðani Magnus Powell tók við sum venjari.

 

Sølvi Egilsson er leikbannaður, og Zoran Vujovic og Asbjørn Heðinsson eru framvegis skaddir.

 

KÍ er ikki so langt frá at tryggja sær FM heitið. 5-0 sigurin síðsta sunnudag á Toftum bar málmetið (83) við sær. Nú er dagsskráin at seta met í stigum. HB vann FM við 73 stigum í 2018.

 

Lars Daniel Björkman er framvegis uttanfyri eftir heilaskjálvtan fyrr í summar. Jonn Johannesen og Bob Sumareh eru við at koma fyri seg eftir vøddaskaðar. Boris Dosljak var á vøllinum alla tíðina í gjár, tá ið liðið í fyrstu deild spældi málleysan javnleik á heimavølli ímóti FC Suðuroy.

 

Um tað skal eydnast 07 Vestur at vinna úrtøku í Klaksvík, so er hevur tað heilt stóran týdning, at Árni Frederiksberg verður hildin í stuttum tjóðri