Vágamenn spiltu seg burtur í Klaksvík

At vágamenn longu eftir 20 minuttir vórðu undirmannaðir var orsøkin til, at KÍ síðsta stóra korterið skoraði tvey mál

Páll A. Klettskarð skoraði seinna KÍ málið í kvøld. Hann er eftir átta umfør toppskjútti við 10 málum

Í fjør megnaði 07 Vestur 1-1 í Klaksvík. Í kvøld sást ta fyrstu løtuna, at teir í 07 Vestur av álvara roknaðu við møguleikanum, at tað var møguleiki fyri at vinna í hvussu so er eitt stig. Og tað var ikki so undarligt, tá ið havt verður i huga, at hetta var fyrsti heimadystur hjá KÍ síðani venjaraskifti,ð og at meistaraliðið er illa plágað at skaðum, og at tað sást væl í steypatapinum á heimavølli ímóti HB, at KÍ liðnum restar nógv í, inntil tað er nóg væl skipað í verjupartinum og finnur hugflogið í álopspartinum, sum í fjør bar so stór úrslit við sær.

 

Tá ið 20 minuttir vóru farnir, versnaðu fyritreytirnar hjá 07 Vestur fyri góðum úrsliti heilt nógv. Liðformaðurin Frederik Lukas Holst var so misnøgdur við gula kortið, sum dómarin Jóhan Hendrik Ellefsen vísti honum fyri óregluliga takling av Ahmed Latif, at hann hevði hug til – uttan at tað kendist vera ógvusligt – at taka í dómaran fyri at geva sína misnøgd til kennar.

 

Tað fann dómarin seg ikki í. So sá 07 Vestur liðformaðurin gula kortið einaferð aftrat, og so vóru tað 10 á liðnum hjá gestunum ímóti 11 á KÍ liðnum  í 70 minuttir.

 

Hóast teir vóru undirmannaðir, so megnaðu gestirnir í 53 minuttir at halda tørn um málleysa javnleikin. Teir vóru sera væl skipaðir og klókir, og tað var sjáldan heilt vandamikið, tí heimaliðið hevði ilt við at finna loysnirnar, sum vóru neyðugar, um tað skuldi eydnast at bróta ígjøgnum og vinna stórar málmøguleikar.

 

Tá ið eitt stórt korter var eftir, eydnaðist tað loksins KÍ at fáa hol á, og tað sást á øllum brøgdum á KÍ leguni – bæði á vøllinum og kring vøllin – at hetta var øgiliga stórur lætti.

 

Málskjútti var Céderic Yambéré, ið mannaði miðverjuna saman við Børga Petersen. Í hesum førinum bakkaði gestaverjan ov nógv, og so royndi miðverjin seg við skoti úr 24 metrum. Bólturin tók í Sonna Ragnar Nattestad og snýtti Sebastian Linnet John, sum annars var stinnur millum stólparnar.

 

At tað bara var eitt mál á muni bar við sær, at tað var spenningur inntil so at siga síðsta bríksl.

 

07 Vestur legði nógv fyri í roynd at javna. Tað eydnaðist ikki. Heldur var tað KÍ, sum økti um leiðsluna og vann 2-0. Í 89. minutti royndi væl upplagdi Jóannes Kalsø Danielsen seg við skoti mitt fyri og úr 23 metrum. Undir málinum setti Páll A. Klettskarð krúllin undir bóltin og so var 2-0, og Páll A. Klettskarð er toppskjútti við 10 málum í átta dystum.

 

Annan sunnudag fer KÍ av álvara til próvtøku, tá ið toppliðið Víkingur verður gestur í Klaksvík. KÍ er í kvøld á øðrum plássi við 18 stigum, og Víkingur er topplið við 24 stigum.

 

07 Vestur er í kvøld á sætta plássi við 11 stigum. Annan mánadag verður NSÍ mótstøðuliðið í Runavík.

 

Páll A. Klettskarð skoraði seinna KÍ málið í kvøld. Hann er eftir átta umfør toppskjútti við 10 málum