Vágamenn takkaðu fyri seinast

Spenningurin helt sær, inntil vanliga leiktíðin var farin, tá ið 07 Vestur vann 2-0 á heimavølli ímóti tvøramonnum, sum kendu seg ikki at hava marginalirnar á sínari síðu

Fimm ferðir á rað er TB í hesum døgum sett til at spæla á útivølli. Í dag var triði útidysturin í hesi røðini á skránni. Hann var í Sørvági, har 07 Vestur vann 2-0. Tað var av álvara takk fyri seinast, tí tá ið TB 16. apríl hevði vitjan av 07 Vestur, endaði tað við 2-1 heimasigri. Tað var ta ferðina, at Jens Erik Bruhn skoraði sigursmálið við síðsta sparkinum í dystinum.

 

Spenningurin helt sær, inntil vanliga leiktíðin var um at vera farin. Tá økti 07 Vestur um leiðsluna til 2-0. TB spenti álopsbogan heilt í botn, og í skjótum mótálopi. Jasper Van Der Heyden royndi seg við skoti eitt sindur úr høgru. TB málverjin hálvbjargaði, og so var Ari í Haraldstovu Petersen fyrstur á og skumpaði bóltin inn um strikuna. Hetta var onnur ferðin, at Oddur í Haraldstovu Petersen var málskjútti í bestu deildini, har hann nú hevur umboðað barndómsfelagið 11 ferðir.

 

Málverji hjá TB var Silas Eyðsteinsson. Fyrrverandi 07 Vestur málverjin var leigaður úr B36, tí Anders Hoff ikki var tøkur. Silas Eyðsteinsson stóð seg sera væl á Dungasandi, og tað var um reppið, at hann bjargaði, tá ið 07 Vestur við brotssparki legði seg á odda 1-0, tá ið seinna umfarið var 12 minuttir gamalt.

 

Tvøramenn kendu seg ikki hava marginalirnar á sínari síðu í dømingini. Kári J. á Høvdanum var avgjørdur, tá ið hann bríkslaði fyri brotssparki, tí hann metti, at Uros Stojanov eftir innlegg úr høgru og í góðari støðu at stúta bóltin í málið óregluliga varð skumpaður. Løtu seinni fór Samudeen Musah um koll í heimabrotsteiginum, men tá metti dómarin, at talan var um sjónleik.

 

2-0 sigurin ber við sær, at 07 Vestur nú er á fimta plássi við 13 stigum, og at TB er næstaftast við 6 stigum.