Vágamenn vundu burtur úr NSÍ

1. DEILD: Innanhýsis uppgerðin á Dungasandi millum niðurfluttu liðini endaði við trivaligum heimasigri

Silas Eyðsteinsson vardi málið, tá ið 07 Vestur í dag vann 4-1 á heimavølli ímóti NSÍ í 1. deild

Næstbestu liðini hjá 07 Vestur og NSÍ hittust seinnapartin á Dungasandi í Sørvági. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tað fyri fleiri vikum síðani varð greitt, at tey næsta ár fara at spæla í triðbestu deildini.

 

Inntil fyri einasti viku síðani var 07 Vestur liðið ongantíð varð av vøllinum við fullari úrtøku. Síðsta leygardag vann 07 Vestur fyri fyrstu ferð í ár. Tað var á útivølli ímóti HB, og úrslitið var 1-0. Í dag vann 07 Vestur 4-1 á heimavølli ímóti NSÍ.

 

Undan síðsta umfari hevur NSÍ 15 stig, og 07 Vestur hevur 8 stig. Í síðsta umfari fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti KÍ, og í síðsta umfari fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti HB.

 

Í dag var hálvleiksstøðan 2-1 til heimaliðið á Dungasandi. Ari Dahl-Olsen skoraði bæði til 1-0 og 2-0. Hann hevur nú skorað fýra mál í næstbestu deildini í ár. Ein minutt undan steðginum minkaði NSÍ um munin til 2-1. Málskjútti var 19 ára gamli Kári Johannesen, sum fyri fyrstu ferð yvirhøvur skoraði í næstbestu deildini.

 

Eftir steðgin øktu Zoran Vujovic og Albert Theis Nielsen um heimaleiðsluna til 4-1. Hetta var fyrstu ferð í ár, at Zoran var á liðnum, og hetta var fjórðu ferð í ár, at Albert Theis var málskjútti í næstbestu deildini.  

 

Silas Eyðsteinsson vardi málið, tá ið 07 Vestur í dag vann 4-1 á heimavølli ímóti NSÍ í 1. deild