Vágaportalurin er seldur

Vágaportalurin er seldur, og nýggi eigarin av portalinum er Gunnar Skúvadal, sum er útbúgvin journalistur.

 

 

Fyrrverandi eigarin, Ólavur í Beiti, sigur, at hann helt, at tíðin var komin, at nýggjar kreftir traðka til, og tískil hevur hann selt Vágaportalin, sum hann stovnaði í 2007.

 

 

- Eg eri blivin gamal í fakinum, og tá hongur mann kanska eitt sindur í tí sama og hevur torført við at gera tingini øðrvísi. Tíðin er komin til, at Vágaportalurin kann mennast, og eg haldi, at Gunnar Skúvadal er rætti maðurin til ta uppgávuna, sigur Ólavur í Beiti.

 

 

Hann sigur, at Gunnar Skúvadal hevur seinasta hálva árið skrivað nógv fyri Vágaportalin, og tískil var tað natúrligt, at Gunnar Skúvadal tók yvir.

 

 

Tó skulu lesarar hjá Vágaportalinum ikki vænta stórvegis broytingar við Vágaportalinum í bræði.

 

 

- Ynski hjá Gunnari er, at eg haldi fram í tvey ár afturat, og tað passar mær væl, sigur Ólavur í Beiti, sum nú er fyrrverandi eigari av Vágaportalinum.

 

 

- Eg eri glaður fyri, at tað hevur gingist væl við Vágaportalinum, síðani eg stovnaði hann í 2007, og eg haldi, at skal hann seljast, skal tað gerast, meðan tað framvegis gongur væl, og eisini tí selji eg nú, sigur Ólavur í Beiti.

 

 

Nú hann ikki longur eigur Vágaportalin, gleðir hann seg til at kunna halda frí onkuntíð.

 

 

- Eg havi ikki havt ein tann einasta frídagin, síðani 12. desember 2007, tá eg byrjaði Vágaportalin. So nú ætli eg mær at halda onkran dag frí, sigur Ólavur í Beiti.