Vágatunnilin í Útvarpshøllini í dag

Almennur fundur verður um evnið í útvarpshøllini kl. 14 í dag, har Sámal Petur í Grund fær handaðan bóklingin »Vestmannatunnilin - ein lysing«

Málið um fast samband um Vestmannasund er aftur vorðið aktuelt. Herfyri boðaði landsstyrismaðurin í samferðslumálum frá, at hann fór at taka málið uppaftur, og nú hevur Vága Vinnufelag latið gera bókling um evnið.

Bóklingin »Vestmannatunnilin - ein lýsing« hava Suni á Dalbø, samfelagsfrøðingur og Ólavi W. Høgnesen, sosiolog skrivað. Í bóklinginum, sum er 30 síður, verður lagt til grund, at Føroyar í dag standa á einum vegamóti - partvís við tað, at útjaðarin viknar og meginøkið mennist í kjalarvørrinum av kreppuni, og partvís við at oljuvinnutilgongdin fer at seta nýggj og serlig krøv til samferðslukervið.

Við hesum útgangsstøði verður spurningurin um fast samband um Vestmannasund lýstur í tveimum høvuðstáttum. Fyrst verða ymisk samfelagslig atlit viðgjørd, her verður komið inn á evnini samfelagsbúskap, politiskan bygnað, vinnulig áhugamál og sosialan trivnað. Hvørjir trupulleikar eru í verandi støðu og hvørjar fyrimunir, og hvørjar vansar fer eitt fast samband at hava við sær.

Í seinna høvuðspartinum verður komið inn á sjálvan tunnilsspurningin. Hvat er ein undirsjóvartunnil og hvørji krøv verða sett til hann. Ein avgerandi spurningur í hesum viðfangi er spurningurin um trygd, og í hesum sambandi hava høvundarnir verið í Noregi og kunnað seg við krøvini har. Í hesum kapitlinum verður eisini nortið við tann avgerandi spurningin um, hvat ein tunnil kostar at gera og at brúka; eru fólk sinnað at gjalda fyri at koyra ígjøgnum ein tunnil, og verða tey fleiri í tali enn í dag?

Frágreiðingin »Vestmannatunnilin - ein lýsing« verður handað Sámal Peturi í Grund, landsstýrismanni í samferðslumálum, í útvarpshøllini kl. 14 í dag. Tá verður eisini pallborð, og við borðið sita umframt teir báðar høvundarnar eisini Bjarni Olsen, búskaparfrøðingur og Henning Jacobsen, landsverkfrøðingur.

Fundurin er almennur, men innbjóðing er send umboðum fyri Løgtingið, landsstýrið, kommunur o.ø.